Týskvøldið í farnu viku samtykti býráðið í Klaksvík ta endurskoðaðu fíggjarætlanina fyri 2009. Arbeitt hevur leingi verið hesum, tí greitt varð at neyðugt varð við skerjingum av útreiðslunum hjá kommununi.
Gunvá við Keldu, borgarstjóri, upplýsir, at tann endurskoðaða fíggjarætlanin hjá kommununi samanlagt er skerd við umleið 11,4 mill. krónum, sum bæði fevnir um skerjing av útreiðslum og øking av inntøkum kommununnar. Góðar 3 mió krónur eru funnar innan íløgur, meðan 4,3 mió eru spardar innan rakstrarútreiðslurnar.
Triðja høvuðsøkið, har skarvað er av útreiðslusíðuni, eru avdráttir av lánum kommununnar. Eftir samskifti við lánveitarar og Fíggjarmálaráðið er ætlanin í ár at skerja avdráttirnar av lánunum úr 10 mill. krónum niður í 6 mill. krónur.
- Hetta er ein skerjing á 4 mió krónur, so samanlagt geva hesi tiltøkini umleið 11,4 mió í sparingum, upplýsir borgarstjórin.