North Adventures í Klaksvík er eitt sera virkið felag við nógvum aktiviteti. Felagið hevur tveir bátar, Alpha Pilot og Komet, sum verða nýttir til nógv ymisk ferðamál.
Ein rættiliga sermerktur túrur er Torvtúrurin - eisini fyri føroyingar. Siglt verður úr Hvannasundi til Svínoyar, har tey ferðandi, eftir at hava fingið morgunmat, kunnu royna seg við at skera torv við haka og torvskara, samstundis sum tey fáa frágreiðing um hvussu torvskering og turking fer fram. Nakað, sum fægstu føroyingar í dag hava roynt. Túrurin í Svínoy endar við eini góðari máltíð, áðrenn siglt verður aftur til Hvannasunds.
Fugloy er eisini eitt av ferðamálunum. Umframt túrin runt um Fugloynna við staðkendum ferðaleiðara, sum greiðir frá um fugl, kóp og landslagið á oynni, er eisini ein túrur, har siglt verður til Hattarvíkar á Fugloynni. Gingið verður síðan til Kirkju á hinari síðuni á oynni, har tey ferðandi fáa eina máltíð, og báturin heintar tey har.
Petur Simonsen frá North Adventures sigur, at felagið skipar fyri fiskitúrum sum eru bæði fyri
sportfiskarar og familjur við børnum. Eisini verður siglt undir heimsins hægsta forberg, Enniberg.
Vit hava gjørt ein faldara, har greitt verður frá øllum útferðunum. Faldarin er at fáa á kunningarstovunum kring landið. Vert er at leggja til merkis, at neyðugt er at boða frá luttøku framman undan, sigur Petur Simonsen.
Meira upplýsingar eru á heimasíðuni www. northadventures.fo