Skeivur búskaparpolitikkur mótvegis kommununum

Latið okkum sleppa takinum á íløgukarminum hjá kommununum, soleiðis at peningur heldur verður brúktur til neyðugar íløgur enn óneyðugan hækkandi rakstur.

Eftir kreppuna fyrst í nítiárunum vóru víðfevndar broytingar gjørdar í samstarvinum millum landskassan og kommunurnar. Eitt nú vórðu allar nátúrligar íløgugjaldingar úr landskassanum til kommunurnar steðgaðar. ? Eisini vóru ymiskar umleggingar framdar millum rakstur og íløgur, við m.a. at geva kommununum ein fastan íløgukarm, lagaðan eftir fólkatali og inntøkum.
Inntøkurnar hjá kommununum so væl sum hjá landskassanum eru nærum tvífaldaðar, og samfelagið ídag er eitt heilt nýtt, vit kunnu næstan siga, eitt endurstovnað samfelag.
Einasti partur við ongari eftirgeving av lánum
Hóast kommunurnar vóru einasti táttur í samfelagnum, sum samfelt ikki fingu nakra eftirgeving og niðurskriving av lánunum, eru allarflestu teirra í dag rættuliga væl fyri, soleiðis, at lánsbyrðan liggur fyri tær flestu ikki hægri enn eina skattaálíkning.
Ferð eftir ferð havi eg frá tingsins røðarapalli og í skriving gjørt vart við, at landsstýrið hevur lagt á skeivan bógv, tá trýstið á kommunurnar er, at íløgurnar ikki skulu fara upp um ávísan íløgukarm, meðan onki verður nevnt um raksturin.
Hetta hevur ídag elvt til, at fleiri av kommununum í menning, ikki sleppa at gera neyðugar íløgur, meðan peningur alt meiri verður nýttur til rakstur.
Heldur rakstur enn íløgur
Givið er, tað hevur søgan og "Parkinsons lóg" eisini lært okkum, at verður peningurin ikki nýttur til skilagóðar íløgur, eitt nú til at loysa íbúðatrupulleikar, ídnaðar- og havnarøki, nýhugsan innan sosialar íbúðir o.a., verður hann brúktur til hækkaðar - og kanska ofta óneyðugar ? rakstrar-útreiðslur.
Kommunurnar hava nú eftir lógarbroytingarnar í kommunulógini fingið so mikið fríar ræsur, at einki er í vegin fyri, at tær kunnu gera tær íløgur, sum peningur er til, tí er skeivt, at ein fastur íløgukarmur verður settur av landsins leiðslu. ? Her áttu kommunurnar sjálvar at fingið ræðisrættin yvir skattapeninginum.
Vit skulu eisini minnast til, at skal lánsbyrðan hjá eini kommunu upp um eina álíkning, skal loyvið útvegast frá landsstýrinum, um íløgurnar skulu fíggjast við lántøku.
Sleppið íløgukarminum
Eg fari tí at heita á ta landsstýrissamgongu, sum eg sjálvur eri limir av, at sleppa takinum á íløgumenningini, soleiðis at føroysku kommunurnar heldur nýta pening til íløgur, enn at hækka raksturin óneyðugt.
Vit skulu gera okkum greitt, at vælskipaðar íløgur geva borgarum í flestu førum og á øllum økjum menningarlig livilíkindi, meðan óneyðugur hækkandi rakstur oftast bert tyngir um bæði umsiting og tá skilagóðar avgerðir verða tiknar. ? Kommunurnar treingja ávísar íløguábøtur.
Vónandi verða broytingar nú framdar í hesi búskaparligu skeivu gongd yvirfyri kommunum.