Skeið fyri systkin hjá menningartarnaðum

Leygardagin hevur skeið fyri systkin hjá menningartarnaðum. Sagt verður, at tað er stórur tørvur hjá systkinum at hitta onnur børn, sum eru í somu støðu sum tey.

Tað verða tey bæði Terji Kollsker, sálarfrøðingur og Angela Petersen, sum er námsfrøðingur og hevur eina vaksna menningartarnaða systir, ið skipa fyri skeiðinum.

Hava góðar royndir
Fía Petersen, ið er ein av stigtakarunum til skeiðið, sigur, at hetta er ikki fyrstu ferð, at Javni skipar fyri einum slíkum skeiði.
 Vit hava roynt tað nakrar ferðir áður, og tað hevur verið við góðum úrsliti. Seinastu ferð, at vit høvdu eitt slíkt skeið, var í 2002, og tað eydnaðist avbera væl. Millum annað tóku nøkur av børnunum stig til sjálvi at gera ein leik um eina familju við einum menningartarnaðum barni, og tann leikur lýsti ógvuliga væl nakrar av teimum trupulleikum, ið stinga seg upp í eini slíkari familju, og tá kom nógv fram. Tað skeiðið var tóætlað eitt sindur eldri børnum, enn skeiðið komandi leygardag er, greiðir Fía Petersen frá.
At vaksa upp sum systkin hjá einum menningartarnaðum barni, er ikki altíð líka lætt, og Fía Petersen sigur, at børnini eisini skulu liva við, at teirra familja er eitt sindur øðrvísi enn aðrar familjur.
 Tað menningartarnaða barnið fyllir nógv í dagligdegnum hjá familjuni, alt eftir hvussu stórt brek tað hevur. Av somu orsøk blíva systkini eisini meira tolerant og helst eisini sjálvbjargin, sum sjálvsagt er gott. Hinvegin kann tað eisini hava við sær, at børnini ikki vilja út við nøkrum kenslum, sum tey kanska halda ikki eru loyvdar, og tað kann verða óheppið, siga tey í Javna.

Bæði prát og handaligt
Skeiðið, sum verður í hølunum hjá Javna leygardagin, verður skipað á tann hátt, at teir 23 luttakararnir, ið higartil hava teknað seg til skeiðið, partvís arbeiða saman og partvís í tveimum bólkum.
 Teir báðir skeiðsleiðararnir fara at tosa við børnini í felag, men tey fara eisini at býta børnini upp í tvey. Tá fer Terji Kollsker at tosa við børnini meiri út frá einum sálarligum sjónarmiði, meðan Angela Petersen fer at gera okkurt meiri handaligt við teimum. Nú veit eg ikki nágreiniliga, hvussu hetta verður gjørt hesaferð, men seinast var tað nakað við, at børnini málaðu nakrar kenslur, ið tey høvdu, greiðir Fía Petersen frá.
Hon heldur, at tað er sera stórur tørvur á slíkum skeiðum, og luttakarartalið á skeiðnum skuldi verið eitt gott prógv um tað.