Eyðun á Borg
Sálmur, ikki sálmi, lovsangur, ikki lógsangur, kirkjulið/samkoma ikki meinigheit!!
SKAPANARVERK: Fá munnu siga tað rætta, sum altso er skapanarverk, ikki skaparverk!
Danir siga ”skaberværk”, t.v.s. verk Skaparans.
Vit siga ”skabelsesværk”, sum eisini er til í donskum máli.
SÁLMUR: Hatta orðið verður ofta bent skeivt!
Tað bendist: sálmur, sálm, sálmi, sálms.
Tað bendist ikki: sálmi, sálma, sálma, sálma.
Dømi: Ein vakur sálmur (hvørfall).
Hon lesur ein sálm (hvønnfall).
Tað stendur í sálmi 91 (hvørjumfall).
Nógv siga: Tað stendur í sálma 91. Tað er ikki rætt!
Man tað vera danska orðið, salme, ið órógvar?
LOVSANGUR: Langt o, ikki ó: lóvsangur/lógsangur!
Orðið hevur neyvan nakað við lóg at gera.
MEINIGHEIT: Hví brúka hatta margháttliga dansk-týska orðið, tá vit hava tey vøkru, føroysku orðini: kirkjulið og samkoma?
Við andaligari málkvøðu
Á Borg á Argjum 6. novembur 2006