Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, skal nú greiða løgtinginum frá, um ætlanin er at einskilja virksemi hjá Landsverk.
Páll á Reynatúgvu, tinglimur fyri Tjóðveldi, sigur, at tað hevur ljóða, at ætlanin er at umskipa Landsverk.
Fríggjadagin og leygardagin skrivaðu vit her á info um ætlanirnar við Landsverki.
Og í tí sambandi bar til at lesa: Sandoyingar verða nú royndarkaninur í eitt ár
Men hetta er ikki eitt mál, sum hevur fingið nakra politiska viðger og tí vil hann hava Jørgen Niclasen at greiða løgtinginum frá, hvørjar ætlanirnar eru.
Les eisini: Landsverk skal yvirtaka undirsjóvartunlarnar
Annars er ein greiðgreiðing gjørd um virksemi hjá Landsverki, júst við tí fyri eyga, at vita, um partar av tí ikki kunnu einskiljast, ella útveitast til privat at røkja.
Les eisini: Ætla at gera Landsverk til ein risa stovn
Eitt, sum Páll á Reynatúgvu, vil hava at vita, er um ætlanin er at siga fólkunum, sum arbeiða hjá Landsverki í Sandoynni, úr starvi og um ætlanin er at einskilja virksemið hjá Landsverki í Sandoynni?