Skal Heimarøktin veruliga aftur til at spara?

Nú vit eru komin út í september 1997, og tað vísir seg, at nógvur peningur er nýttur, tí nú eru broytingarnar kring alt landið við at verða settar í verk, við øllum teimum meirútreiðslum hetta kostar, so verður bert givið boð um, at nú skal sparast.

Nú vit eru komin út í september 1997, og tað vísir seg, at nógvur peningur er nýttur, tí nú eru broytingarnar kring alt landið við at verða settar í verk, við øllum teimum meirútreiðslum hetta kostar, so verður bert givið boð um, at nú skal sparast.

Tá Landsstýrið avgjørdi, at seta sínar bygnaðarbroytingar í verk, so varð eisini syrgt fyri, at neyðugur peningur varð játtaður til tað.

Vit hava áður víst á støðuna hjá Heimarøktini í mun til aðrar stovnar. Øll vita, at stórar sparingar eru framdar á øllum økjum í hesum landi, men tað mugu vera fáir stovnar, ið sum Heimarøktin, ikki kunnu seta eitt mark fyri, hvussu nógvar brúkarar ein kann taka inn í skipanina.

Tá Heilsuverkið fær boð um at spara, og setur síni tiltøk í verk, sum t.d. at sjúklingarnir verða útskrivaðir skjótast tilber, so enda øll hesi fólk eisini í Heimarøktini.

Við øllum teimum sparingum, ið hava verið undanfarin ár, so er spart so nógv í Heimarøktini, at um meir skal sparast, so verður tað fyrst innan uppbyggingina av bólkarøktini, síðani kemur tað at raka sjálva røktina.

Um vit hyggja eftir gongdini hjá heimahjálparskipanini, ið nú er størsti parturin av Heimarøktini frá 1990, og til dagin í dag, so er játtanin yvirhildin øll árini uttan einaferð, tá eitt sindur manglaði í.

Í 1996, tá bygnaðarbroytingin so smátt fór í gongd, við at økisleiðarir vóru settir í starv, yvirhelt Heimarøktin eisini sína játtan.

Tað kann ikki annað enn fáa avleiðingar, um sparingar skulu setast í verk nú, áðrenn broytingarnar eru komnar at virka sum sær skulu.

Tá ein hugsar um meiningina við í heila tikið at fara undir bygnaðarbroytingar av hesum slag, so má høvuðsendamálið vera, at betra tænastuna til brúkaran. Vit kunnu bert sanna, at sum ikki einaferð, so sær tað út sum, at ein frá politiskari síðu heldur, at ein enn einaferð bæði kann blása, og hava mjøl í munninum, tí í mínari verð verður ongin betran av tænastum á hendan hátt, heldur mótsatt.

Eitt er vist, at um ein ikki gevur eina játtan, ið er neyðug, meðan umleggingin av øllum tí, ið bygnaðarbroytingarnar føra við sær fer fram, so er alt dømt til at miseydnast.

Vit vita, at nærum hvørt heim í hesum landi á ein ella annan hátt er tengt at Heimarøktini, so ein sparing nú kemur sostatt eisini at raka nærum hvørt heim í landinum.

Um okkara land ikki hevur eitt trygdarnet, ið okkara gomlu og veiku kunnu líta á, so er nakað grundleggjandi galið.

Allan vegin ígjøgnum, tá ein hyggur eftir prioriteringini í hesum landi, so vísir tað seg, at ein altíð fer yvir um, har garðurin er lagstur.

Eg ivist ikki í, at um Heimarøktin skal virka sum hon skal, so kostar tað pening. Hinvegin vil spurningurin altíð vera, um vit kunnu liva við at vita, at ein er við til at lækka støði enn meira í Heimarøktini.

Mín metan er, at um vit ikki hava ráð til, at geva okkar gomlu, ið hava lagt lunnarnar undir tí vælferðar samfelag vit hava í dag eitt so trygt og virðismett lívskvøld sum gjørligt, so vil eg bert við skaldinum seta fram hendan spurning, hvat heldur tú um føroyingar Føroyar.

Vegna Heimahjálparafelag Føroya.


Ása Djurhuus, forkvinna