Skal fjøran takast - ella varðveitast?

Avgerð kann fella í dag um hetta á býráðsfundi í Fuglafirði.

Fuglfirðingar hava stovnað facebook-síðuna, Varðveit fjøruna í Fuglafirði. Her hava borgarar í kommununi høvi at gera vart við sína støðu og ónøgd um tær ætlanir, sum meirilutin í býráðnum hevur um at fylla út á vestara landinum í Fuglafirði - til bygging av leiguíbúðum.

 

- Við hesari innsavnan vilja vit eisini skjóta upp, at fjørðan í Fuglafirði skal verða friðað og mest møguligt varðveitt, sum hon er, skapt frá náttururnar hond, verður sagt á facebook-síðuni.

 

Borgarstjórin í Fuglafjarðar kommunu, Sonni á Horni, sum í hesum máli er í minniluta saman við trimum øðrum í býráðnum, sigur, at borgarar í Fuglafirði eru ógvuliga ónøgdir við ætlanirnar um at fylla út í fjøruni á vestara landi, tá málið saktans kann loysast á annan hátt.

 

- Tað er í dag á býráðsfundi klokkan 17, at málið, sum ein meiriluti í teknisku nevnd mælir til, kemur til støðutakan, men eg vóni, at onkur í meirilutanum hálsar um og saman við okkum í minnilutanum vil útseta málið til seinni støðutakan, tá ætlaninar vónandi eru betri lýstar.

 

Sonni á Horni vísir á, at minnilutin, ið hann sum borgarstjóri sjálvur er partur av, í fyrsta lagi mælir býráðnum til at venda aftur til upprunaliga uppskotið um at byggja leiguíbúðirnar á økinum hjá Peturi Larsen og egningarmiðstøðini - og í øðrum lagi at taka undir við einum nýggjum alternativum uppskoti hjá minnilutanum.

 

- Vit hava gjørt eitt nýtt alternativt uppskot, har somu bygningar eru á, sum annars vóru við í upprunaliga uppskotinum. Nýggja uppskotið ber við sær, at ein útfylling verður gjørd úr grótkastinum við bátahylin og vestureftir.

 

Borgarstjórin sigur, at við alternativa uppskotinum verður eisini fríðkað um sandin, eins og bøtt verður um umstøðurnar í bátahylinum, sum ikki eru nóg góðar. Neyðugt er ikki at fremja alla hesa útfylling í einum, men so hvørt, sum leiguíbúðirnar skulu byggjast.

 

- Vit í minnilutanum fara staðiliga at mæla býráðnum til at taka málið um fjøruna á vestara landi, sum stór ónøgd er um, av skrá, soleiðis at málið kann lýsast betri og leggjast fyri ein borgarafund, har allir borgarar í kommununi fáa høvi at siga sína hugsan.

 

Sonni á Horni heldur, at um meirilutin hevði verið at sær komin, hevði hann eisini vilja í dialog við borgararnar, soleiðis at hesir eisini kundu fingið svar upp á teir spurningar, ið eru, nú ætlanin hjá meirilutanum er at taka ein so stóran part av fjøruni á vestara landi.