Bilurin er frá 1968 og er av slagnum Mercedes Benz 911. Vága Bjargingarfelag yvirtók lastbilin frá Civilforsvaret í 2001 fyri kr. 35.000 og letur nú skótunum bilin, tí ætlanin hjá felagnum er at fáa sær smidligari bil til bjargingararbeiðið. Tá bilurin kom til landið í 2001 komu samstundis eisini tveir aðrir bilar, ein til bjargingarfelagið í Kollafirði og ein til bjargingarfelagið á Tvøroyri. Tann á Tvøroyri brendi, tá hølini hjá felagnum brendi, og bilurin í Kollafirði koyrir ikki longur. Sostatt er hesin bilurin tann einasti av teimum trimum, sum koyrir enn.
Bilurin er í sera góðum standi, m.a. tí hann hevur verið væl røktur og hevur staðið øll árini í hitaðari høll. Hóast bilurin er 44 ára gamal, hevur hann einans koyrt góðar 1.000 km um árið og tí als ikki uppslitin, men hevur nógvar góðar kilometrar í sær enn.
Lastbilurin er diesel og hevur 5 gear. Hann er tó so lágt gearaður, at topp-ferðin liggur um góðar 70 km um tíman, men av tí sama trekkjur hann sera væl og hevur samstundis møguleika fyri at trekkja við øllum fýra hjólunum. Motorurin er 110 hestar, 6 cilindarar, og róðurgreiðirnar eru av góða gamla tunga slagnum, tvs. ikki servostýring, men mekanisk stýring.
Bilurin hevur stóra last, sum hevur ljós og úttak við 230V. Lastin kann sostatt nýtast til nógv ymisk endamál í sambandi við tiltøk á Selatrað. Eisini er møguleiki at nýta lastina til pall framførslur av ymiskum slag í sambandi við størri tiltøk.
Upplivingar í lastini
Skótarnir ætla fyrst og fremst at nýta bilin til at flyta útgerð í sambandi við tiltøk aðrastaðni í Føroyum, soleiðis at útgerðin, sum í dag einans kann nýtast inni á Selatrað, eisini kann gerast tøk aðrastaðni í landinum.
Vátdraktir til snorkling og útgerð so sum kanoir o.a. fylla so mikið nógv, at higartil hevur ikki hugsingur verið at nýtt útgerðina nakra aðra staðni enn á Selatrað, men við hesum bilinum fara skótarnir at kunna hava upplivingar í lastini tá teir fara at skipa fyri tiltøkum uttanfyri skótadepilin á Selatrað.
Skótarnir fingið nógva útgerð
Seinastu árini hava skótarnir møtt sera stórari vælvild og fingið nógva útgerð. Lastbilurin frá Vága Bjargingarfelag er partur av langari røð av lutum, sum feløg, stovnar og einstaklingar hava latið skótunum.
Úr rúgvuni kann nevnast smoltstøð, MOB-bátur, hópur av møblum, hyllaskipanir, byggitilfar, betongsaging, sandblástur, brúgv, amboð og tilsøgn um rennistrong.
Eisini hevur samstarv verið við ALS um bygging á deplinum, har nøkur fólk hava verið á starvsvenjing á deplinum og onnur hava valt at latið sína arbeiðsmegi fyri einki á deplinum. Samstarv hevur eisini verið við Dugna um at seta nakrar av møblunum í stand.
Skótarnir takka hjartaliga øllum, sum hava latið skótunum bygningar, útgerð o.a. og eina enn størri tøkk til fólkini frá ALS, sum hava brúkt sína tíð og arbeiðsmegi til at skapa ein góðan upplivingardepil í Føroyum.
Upplivingardepil til allar føroyingar
Ætlanin hjá skótunum er, at skipa skótadepilin á Selatrað til ein upplivingardepil fyri allar føroyingar.
Tí hava skótarnir eisini seinastu árini skipað fyri Familjulegum, har øll hava havt høvi at royna útgerðina hjá skótunum. Familjulegan verður aftur á skránni fyrsta vikuskifti í juli komandi ár.
Umframt Familjuleguna hava skúlaflokkar, familjur, stovnar og feløg eisini verið á deplinum og sloppið at roynt snorkling, kanoir, síging, paintball, øksakast o.a.
Alt hetta virksemið verður gjørt fyri at føroyingar skulu sleppa at royna ting, sum man annars skal av landinum fyri at royna. Samstundis er hetta tó eisini við til at fíggja part av útgerðini og byggingini.
Skótarørslan í vøkstri
Skótarørslan er í vøkstri og er vaksin við uml. 20 prosentum seinastu trý árini. Hóast hetta er hugsanin at vaksa enn meiri komandi árini. Vøksturin hevur higartil fyrst og fremst verið innan verandi skótabólkar, meðan ætlanin komandi árini er eisini at stovna nýggjar bólkar og at endurstovna bólkar, sum eru óvirknir í løtuni.
Útbyggingarnar á Selatrað eru við til at skapa vøksturin, tí depilin veitir eina munagóða tænastu til bólkarnar, soleiðis at tað verður lættari hjá skótaleiðarunum at skapa upplivingar til børnini.
Vøksturin í skótarørsluni kemur av, at alsamt fleiri vaksin fólk lata ein part av síni frítíð til ungdómsarbeiðið. Skal rørslan vaksa komandi árini er neyðugt, at enn fleiri vaksin fólk koma við í rørsluna, bæði sum leiðarar í skótaliðunum, sum instruktørar á skótadeplinum á Selatrað, og eisini sum handverkarar, skrivstovufólk og at koma til hjálpar á ymsan hátt.
Seinastu árini hevur stórur dentur verið lagdur á starvsfólkarøkt hjá leiðarum og hjálparfólkum innan rørsluna og hevur hetta verið við til at gjørt trivnaðin innan rørsluna serstakliga góðan. Fólk eru glað fyri at hjálpa, tí talan er um innihaldsríkt, stuttligt og sosialt virksemi, har øll familjan kann luttaka og møguleikin er fyri at hitta nýggjar vinir og endurfinna gamlar vinir.
Neyðugt við peningi
Hóast stóru gávurnar og inntøkurnar frá starvsfólkadøgum o.ø. er neyðugt við meira peningi, um skótadepilin skal umskapast til ein rættiligan upplivingardepil. Tí fara skótarnir at senda umbønir um stuðul út til feløg og onnur í næstum. Vónin er, at nokk av peningi kemur inn til at næsta byggistig kann fíggjast.
Skótarnir eru sera takksamir fyri einhvønn stuðul, og gera alt fyri at fáa sum mest burtur úr pengunum, ið latnir vera skótarørsluni. Stórur partur av arbeiðinum er annars sjálvboðið, so talan er fyrst og fremst um pening til tilfar.
Um onkur hevur áhuga fyri at gerast virkin innan skótarørsluna ella um onkur annars liggur inni við útgerð, amboðum ella øðrum, sum tey halda at skótarnir kundu havt brúk fyri, eru tey vælkomin at ringja til Magni Laksáfoss á tlf. 212594.