Skírir landsstýrið lygnara

Landsstýrið hevur sambært formanninum í Føroya Fiskimannafelag ikki roknað inflatión uppí, tá tað hevur kunnað føroyingar um vøksturin í BTÚ seinastu árini

? Veruligi búskaparvøksturin seinastu seks árini hevur verið 5 prosent.

Hetta vísir FF-Blaðið í dag á og skýrir tølini, landsstýrið hevur kunnað bæði føroyingar og danir um, at vera beinleiðis lygn.

Blaðið vísir á, at landsstýrið hevur kunnað um ein búskaparvøkstur, ið næstan er tann tvífaldi av teimum 5 prosentunum, talan í veruleikanum er um. Landsstýrið hevur nevniliga kunnað um ein vøkstur á 9,8 prosent seinastu seks árini.

Orsøkin til, at landsstýrið hevur fingið so mikið høg tøl, sigur FF-Blaðið vera, at búskaparfrøðingarnir hjá landsstýrinum ikki hava drigið inflatiónina í búskapinum frá, tá BTÚ er staðfest.

FF-Blaðið sigur, at tá tosað verður um vøksturin í bruttotjóðarúrtøkuni seinastu seks árini, má hetta vera fyri árini 1993 til 1999. Og nevniliga tí, at 1993 og 1994 vóru ringastu kreppuárini, meðan 1998 og 1999 vóru góð ár, dugir blaðið ikki at skilja, hvussu roknast kann við slíkum vøkstri frameftir.

Bruttotjóðarúrtøkan er seinastu seks árini vaksin 6,9 prosent í miðal, tá blaðið roknar einstaku tølini frá 1994 til 1999 saman. Men samstundis vísir blaðið á, at hetta ikki er talið, sum kann nýtast at lýsa ein búskaparvøkstur.

FF-Blaðið vísir á, at BTÚ skal vísa ta veruligu framleiðsluøkingina uttan inflatión, og tá prístalsvøkstur eisini er roknaður upp í nevndu tøl, skal hesin eisini dragast frá, fyri at tað skal bera til at koma fram til rætta talið.

Tá reelli pístalsvøksturin í fleiri ár hevur verið roknaður til at vera 2 prosent, fær blaðið hetta til umleið 5 prosent.

Blaðið hjá Fiskimannafelagnum vísir eisini á, at landsstýrið hevur meldað út, at tað fyri ár 2000 væntar ein vøkstur í BTÚ á 8 milliardir krónur, sum er tað sama sum 9 prosent. Men hongur sambært blaðnum ikki saman. Víst verður á, at 2 prosent skulu dragast frá, og kemur talið so niður á umleið 7 prosent.

Blaðið vísir eisini á, roknstykkið hjá landsstýrinum um, hvussu vit kunnu skipa eina skiftistíð, ikki hongur saman.