Skúlin var á fyrsta degi »ov lítil«

Sera stórur áhugi var at síggja núggja snotiliga Skúlan við Ósanna, sum varð tikin í nýtslu í dag.

- So nogv fólk kom, at onkur teirra hattaðu sær ikki inn ? har var stúgvandi fult av fólki, sigur Dávur Winther, mentanarleiðari hjá Klaksvíkar kommunu. Hann sigur, at øll vóru tó samd um, at hetta var eitt stórt og tiltrongt lop inn í framtíðina at fáa henda snotiliga og rúmliga skúlan tiknan í nýtslum, sum hevur hópin av nýmótans tøkni og er munin rúmligari enn hin fyrri.

- Eisini eru tríggja miðhallir, ein stór og tvær smærri til framhaldsdeildina. Onnur høllin hevur tilknýti til miðlaverkstaðið ella bókasavnið og hin til serhølini.

Skúlin er ljósur og lættur, og útsýnið gott, sigur Dávur Winther

Arbeiðstakararnar og ráðgevarnar, ið hava staðið fyri hesi verkætlan eru:

ARTICON framdi útgrevstrar- og planeringsarbeiði

Byggifelagið KANJON stórarbeiðstøkuna (betong-, stál-, timbur- og snikkaraarbeiði)

Jan Ellebye Andresen múrarameistari  múraraarbeiði

Anskar Hansen málarameistari, málaraarbeiðið

Litaval, gólvarbeiðið

Victor á Lakjuni, HVS-arbeiðið

EL-IN EL-arbeiðið

Eikin hevur latið innbúgvið

Ráðgivið hava:

Landsverk er byggiharri vegna arbeiðsánaran, sum er Klaksvíkar Kommuna

Fuglø Arkitektar,  heildarráðgevar og hava teknað skúlan.

Harafturat hava hesi ráðgivið og projekterað:

Ráðgevingarstovan v/Árna Joensen, sála, tók sær av at projektera lendisarbeiðið (útgrevstur-, planering og kontstruktiónir)

LBF (Landsbyggifelagið) tók síðan yvir arbeiðið at projektera konstruktiónirnar

Martin E. Leo ? HVS-arbeiðið

KJ el-ráð v/ Kristmar Johannesen ? EL-arbeiðið

- Tann parturin av skúlanum, sum í dag verður tikin í nýtslu, er 2200 fermetrar til víddar, og víðari byggingin, sum kemur at taka eitt gott ár fevnir um góðar 900 fermetrar aftrat. Skúlin er tá 3100 fermetrar til støddar við 18 skúlastovum og 5 serstovum, sigur Dávur Winther.