TINGHELLUKLUMMAN
Partur av míni uppliving sum skúlafólk hevur verið, at skjótt er at kenna seg fremmandan í skúla. Eg havi lítlan áhuga í pedagogikki og havi bara undirvíst í trý ár og tori tí ikki at siga, hvat hesir tankar hava við veruleikan at gera.
Mín meting er, at samfelagið er ov stovnsgjørt, og at skúlin eisini er ov stovnsligur. Hann er allýstur av myndugleikum og áhugabólkum og fær illa skapt seg sjálvan. Nú skulu vit ansa eftir, hvat vit siga, men eg leggi ikki í at greina tað betur. Tað er eitt grundsjónarmið, at tilveran er best, tá hon er minst møguliga stovnslig. Tá fær tað verið persónligari, og virksemið sprettur úr fólkinum á staðnum heldur enn úr kontórfólki og politikarum og valdsmiðdeplum.
Tá eg var 20, varnaðist eg, at til bar at skriva góðan tekst, og at tað kundi vera stuttligt og hugaligt, og at tað kundi vera alt annað enn fyrisøgn og stílur og uppgáva. Tá gjørdist skúlin aftur og av nýggjum fremmandur.
Í barnaskúla skrivaðu vit fyrisøgn og so onkran stíl í sjeynda. Tað rann mær ikki til hugs at skriva nakað sjálvur, fyrr enn eg var fjúrtan, tí eg hevði ikki sæð fólk skriva. Næstu árini skrivaðu vit stíl uttan fatan av, hvat stílur er. Stílar eru bara til í skúlanum, og tá tú lærir at skriva stíl, veitst tú illa, hvat tað er, sum tú lærir.
Mín varhugi hevur leingi verið, at stílur er ætlaður sum akademisk fyrireiking. Næmingar læra at greina og umrøða, byrja og enda, og viðgera og stava. Men tað er so nógv, sum næmingar ikki læra, og sum teir ikki skulu læra.
Tey, sum halda fram á skúlaleið, hava brúk fyri at duga uppgávuskriving, og mong skriva uppgávur alt arbeiðslívið. Men at skriva essay og noyðast at bróta reglurnar, tá tær eru lærdar skalt tú nytta nakað tað lærir eingin. Eingin lærir at skriva yrkingar ella stuttsøgur, og eingin lærir at skriva skaldsøgur. Eingin lærir at skriva ævisøgur ella bygdarsøgur, og eingin lærir at skriva søgu. Tí at seinni í lívinum fara fólk í hægri skúlar at skriva uppgávur, og tey loysa uppgávur og skriva frásagnir til arbeiðis. Onnur skriva lesarabrøv. Men bara nøkur fá fáast við skriving sum listagrein.
Skúlin skal lúka næmingar burtur, sum duga at skriva. Byrja í 1. flokki, sera óformelt. Finn næmingar, sum duga, og vel teir frá, sum frá líður. Ikki taka teir úr flokkinum, men gev teimum serfrálæru. Í skúla ella aðrastaðni. Tað er nógv, eitt skrivandi fólk noyðist at duga og vita.
Til dømis vita føroyskir yrkjarar ikki nóg væl, at tað ber ikki til at yrkja væl uttan at duga túsund yrkingar uttanat og vita eina rúgvu um yrking. Byrjar skrivilívið, tá tú ert 20, koma barnasjúkur, tá tú ert 25. Og tað er lívið ov stutt til. Og: Tað, sum tú skrivar, tá tú ert 25, kanst tú ikki skriva, tá tú ert 35. Tí fer nógv fyri skeytið, tí at føroyingar læra so seint at skriva, at teir duga ikki at skriva, fyrr enn teir eru for gamlir til at skriva sum ungir føroyingar.