Skúlaverkið hevur fingið ein nýggjan film frá SEV til undirvísing í skúlunum kring landið. Á básinum hjá SEV og Vinnumálaráðnum á fiskivinnustevnuni Fish Expo Faroes 2009 í Gundadali skipaði SEV fyri tíðindafundi, har ein nýggjur søguligur filmur varð handaður til Landsmiðstøðina fyri undirvísingaramboð.
Talan er um filmin ?Ljósbrøgd, sum Kári Durhuus og Zacharias Hammer hava lagt til rættis. Filmurin viðgerð tíðina heilt frá tí at byrjað var at gera elmegi úr vatnorku, um tær fyrstu royndirnar við hjá Ólavi á Heygum í Vestmanna og tær samfelagsligu broytingarnar, sum elmegin hevur havt við sær heilt fram til dagin í dag.
Filmurin varð upprunaliga gjørdur til 60 ára stovningardagin hjá SEV í 2006, men hann er dagførdur við teimum broytingum, sum eru farnar fram síðan tá.
Leivur Hansen frá Sev segði, at filmurin eisini er ætlaður sum eitt hent undirvísingaramboð hjá næmingum í miðnáms- og framhaldsdeildunum kring landið. Landsmiðstøðin fyri undirvísingaramboð hevur fingið 50 filmar.
Eftir at Kári Durhuus hevði greitt frá um filmin, handaði Hákun Djurhuus, stjóri á SEV, filmarnar til Petur Simonsen, stjóra á Landsmiðstøðini fyri undirvísingaramboð.