Stendur tað til stjóran í Skúlanum á Ziskatrøð í Klaksvík, skulu listarverk prýða veggirnar í skúlanum. Fríggjadagin læt danski listamálarin P.O. Hansen skúlanum ein stóran málning, og Signar á Brúnni, skúlastjóri, er fegin um gávuna.
- Tað undrar meg, at ikki fleiri listarverk hanga á veggunum her í skúlanum. Ikki minst tá vit hugsa um, hvussu nógv dugnalig listafólk eru og hava verið her í býnum, sigur Signar á Brúnni við Rás2.
- Eg vil virka fyri, at vit fáa meira list á veggirnar her í skúlanum, sigur hann.