Skúlastýrini fáa ein møguleika afturat

Fleiri tingmenn í mentanarnevndini skjóta upp, at fólkavaldu skúlastýrini halda fram eftir 1. august næsta ár. Stýrini skulu samstundis víðkast við umboðum fyri foreldrini, men tey fáa ongan atvkøðurætt í stýrunum

Skipanin við teimum fólkavaldu skúlastýrinum eigur at halda fram, hóast løgtingið hevur samtykt, at skipanin skal niðurleggjast og skiftast út við eina aðra 1. august næsta ár. Hetta halda allir tingmenn í mentanarnevndini hjá løgtinginum uttan Annita á Fríðriksmørk og Katrin Dahl Jacobsen.

Sambært nýggju fólkaskúlalógini skulu fólkavaldu skúlaráðini, sum eru í hvørjari kommunu, niðurleggjast og skiftast út við eitt stýri fyri hvønn skúla sær. Foreldur skulu veljast í stýrini saman við umboðum fyri skúlan og kommunustýrið í kommununi. Ætlanin var, at hendan broytingin skuldi koma í gildi 1. august næsta ár. Men fáa teir fimm tingmenninir í mentanarnevndini sín vilja, so verður hetta av ongum.


Halda fram í broyttum líki

Tingmenninir halda, at tað er skeivt at avtaka fólkavaldu stýrini og mæla til, at tey halda fram í broyttum líki. Tríggir ella fimm limir skulu veljast á kommunuvalinum, og harumframt skulu tvey foreldur, skúlaleiðarin og eitt umboð fyri lærararnar hava sæti í stýrinum. Talan verður altso um stýri við sjey ella níggju limum, men tað verða bert teir fólkavaldu limirnir, sum fáa nakað avgerandi at siga í stýrunum. Hinir limirnir skulu ikki hava atkvøðurætt sambært uppskotinum hjá tingmonnunum.

Eitt av endamálunum við nýggju fólkaskúlalógini og nýggju skúlastýrunum var annars at styrkja um ávirkanina hjá foreldrunum. Men hesa ávirkanina fáa tey bert, um tey lata seg stilla upp til skúlastýrini á kommunuvalinum.

Uppskotsstillararnir siga, at mong ivast í, um tað er rætt at avtaka fólkavaldu skúlastýrini, og teir hava lurtað eftir hesum sjónarmiðunum. Serliga í Tórshavnar kommunu, har tað eru sjey og verða átta fólkaskúlar 1. januar næsta ár, hevur mótstøðan móti nýggju skúlastýrunum verið stór. Í Havn hava allir partar mælt til at varðveita eitt felags stýri fyri allar skúlarnar, siga tingmenninir.

Tingmenninir eru samdir í, at verandi skipan er munandi lættari, tí nú verða stýrini vald samstundis og eftir somu skipan sum kommunustýrini.


Millumloysn

Verður uppskotið samtykt, so er talan er um eina millumloysn millum verandi skipan og skipanina, sum ætlanin var at seta í verk 1. august, siga tingmenninir.

- Samstundis sum vit varðveita fólkavaldu umboðini, fáa vit stuðlað upp undir foreldraávirkanina á skúlarnar, siga tingmenninir.

Sambært uppskotinum skal eitt foreldraráð stovnast á hvørjum skúla, og úr hesum foreldraráðnum skulu finnast tveir limir, sum skulu luttaka í arbeiðinum í skúlastýrunum ? tó uttan atvkøðurætt.