Ósemja
Solby A. Eliasen
Klaksvík, Sosialurin:
- Vit skulu hava fund eftir páskir, og tá verður blokadan hjá Lærarafelagnum eisini á skránni, sigur Óluva Klettskarð.
- Vit hoyra ikki nógv frá ónøgdum foreldrum, men tað er lættari hjá teimum at koma til okkum enn hjá okkum at fara út at leita eftir teimum, heldur Óluva.
Hon sigur eisini, at skúlastýrið er eitt gott forum at umrøða slíkar støður sum hesa, tí at har eru umboð fyri foreldur, lærarar og leiðsluna á skúlanum.
- Hóast umboðið fyri leiðsluna ikki hevur atkvøðurætt, so kann viðkomandi geva okkum eina mynd av støðuni, sum hon er á skúlanum, sigur Óluva Klettskarð, sum vónar, at okkurt áhugavert kemur burtur úr fundinum, sum verður tann 4. apríl.










