Skúlar í hópatali skulu smíðast

Landsstýrið er samt um at raðfesta íløgur í skúlabygging, og innan skúlagátt verða ábøtur gjørdar, segði Anfinn Kallsberg løgmaður í ólavsøkurøðu sínari

Skúlabygging er sett í fremstu røð hjá landsstýrinum, sæst av fleiri verklagslógum, sum verða lagdar fyri tingið í ár.
Talan er um fýra nýggjar skúlar og skúlaútbyggingar, ið skulu fremjast næstu árini, og farið verður at grava út og byggja Miðnámsskúlan í Suðuroy longu í ár.
Arbeiðið heldur fram at fyrireika bygging av nýggjum Fiskivinnuskúla við sjódepli í Vestmanna og at fyrireika útbygging av Tekniska skúla í Klaksvík. Farið verður eisini undir at fyrireika bygging av Listaskúla í Sandoynni, og eftir ætlan verður farið at byggja allar hesar skúlar í 2004.
Ein verklagslóg at byggja skúladepil við Marknagil verður løgd fyri Løgtingið í heyst. Ein bygginevnd, har skúlarnir, ið eru partar í byggiætlanini, eru umboðaðir, er longu sett frammanundan.
? Okkara skúlaskipan er nógv tillagað skipanum uttaneftir. Nú skal undirvísingarskipanin verða gjørd so, at hon meira enn fyrr byggir á okkara egna samfelag, segði Anfinn Kallsberg løgmaður.
Í fólkaskúlanum verður arbeitt við ætlan, sum leggur serligan dent á byrjanarundirvísing, næmingar við serligum tørvi, trivnað í fólkaskúlanum og næmingar, ið hava atferðartrupulleikar. Harumframt verður arbeitt við ætlan, har øll fáa atgongd til útbúgving eftir fólkaskúla. Eitt nú er ætlanin at gera yrkisskeiðini betri.
Arbeiðið at endurskoða lærara- og pedagogútbúgvingina er eisini farið í gongd.