Skúlar fáa hjálp til jólaleikin

Meginfelag áhugaleikara Føroya fer nú at bjóða skúlunum skeið í drama og sjónleiki.


Nú tað stundar móti jólum, og flestu skúlar fara undir at venja jólaleik, heldur Meginfelag Áhugaleikara Føroya, MáF, tað vera hóskandi høvi at bjóða seg fram.
- Uttan iva eru nógvir lærarar, ið kundu hugsað sær at fingið íblástur uttanífrá. Og kanska kann hetta verða byrjanin til eitt framhaldandi samstarv, sigur MáF í tíðindaskrivi.
Og greitt verður víðari frá, at hetta er ein roynd at koma á tal við lærarar, sum eru sinnaðir at arbeiða við drama og sjónleiki í síni undirvísing, og MáF fer at vegleiða lærarunum, hjálpa til at finna leikir og at evna sjónleik burtur úr tilfari, sum næmingarnir sjálvir hava arbeitt við.Skeiðini verða fyri lærarum og fyri lærarum saman við næmingum, og verður tað Eyð Matras, dramalærari, sum fer at standa fyri undirvísingini. Eyð hevur drúgvar royndir sum sjónleikari og undirvísari bæði hjá vaksnum og børnum. Tilboðið er galdandi frá 1. november til miðjan desember mánað. Samband fæst við felagið á maf@maf.fo ella á www.maf.fo.