Framyvir skulu skúlabørn ikki hava heilt so langar skúladagar, sum tey hava nú. Tað stendur í einum uppskoti, Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, fer at leggja fyri Løgtingið nú í vár.
Fyribils er uppskotið sent ymsum pørtum, sum hava við skúlan at gera, til hoyringar og tá ið tað er liðugt seinast í januar, verður uppskotið lagað til og so verður tað lagt fyri Løgtingið.
Eitt av endamálunum við uppskotinum er, at tímatalið í hvørjum árgangi, frá fyrsta til níggjunda flokk, skal lækka. Børn í Føroyum eru nevniliga rættiliga leingi í skúla um dagarnar aftur ímóti børnunum í øðrum Norðanlondum.
Rigmor Dam sigur í uppskotinum, at tað eru eisini fleiri skúlastjórar, sum vísa á, at hjá summum børnum er tað ein bági fyri hugin at læra, at skúladagarnir eru so langir, at tey verða móð.
Tað eru fleiri orsøkir til, at tímatalið í Føroyum er so høgt. Ein orsøk er, at vit hava vit nógvar tímar donskum, sum er okkara fyrsta fremmandamál. Ein onnur orsøk er, at eftir Pisa kanningina í 2006, varð gjørt av at hækka tímatalið í byrjanarundirvísingini, munandi.
Men nú skulu børnini frá fyrsta til níggjunda flokk, ganga tveir tímar minni í skúla um vikuna, enn tey gera nú. Skúlarnir missa kortini ikki tímarnar, tí teir skulu brúkast til onnur endamál í skúlanum, eitt nú til at hava tveir lærarar í tímunum og til at førleikamenna lærarar.










