Íløgur
Hóskvøldið fór formella handanin av nýggja teppinum, sum lagt er á fótbóltsvøllin á Skála, fram. Tað var Osvald Simonsen, ið umboðar donsku fyritøkuna, Polythan, sum handaði arbeiðið, ið nú er gjørt, til Skála kommunu.
Teir, ið umboðaðu kommununa við hetta høvi, vóru formaðurin, Kári Johannesen, Asbjørn Mikkelsen, formaður í mentanarnevndini og Tummas Michael Jacobsen, sum er bygdaráðslimur.
Eftir at hava verið úti á vøllinum og skoðað snotuliga verkið, fóru Osvald og bygdaráðslimirnir inn í ítróttarhøllina at tosa um, hvussu vøllurin skal viðlíkahaldast.
Væl nøgdir
Kári Johannesen sigur, at gamla teppið á vøllinum, sum var 15 ára gamalt, var ógvuliga vánaligt.
- Vøllurin var nú vorðin so hálur í vátveðri, at spurningurin er, um vit høvdu fingið loyvi at brúka hann eitt ár aftrat.
Hann sigur, at skálafólk eru væl nøgd við arbeiðið, sum nú er gjørt. Umframt at nýtt og meira tíðarhóskandi teppi er lagt á, er ein partur av undirlagnum skift út.
- Undirlagið var farið nakað illa í støðum av gravmaskinum, sum hava grivið kava burtur. Tí hevur verið neyðugt at fremja hesar ábøtur fyri at fáa eitt so gott úrslit sum gjørligt.
Kári sigur, at tað er danska fyritøkan, Polythan, sum Osvald Simonsen umboðar, ið hevur gjørt umvælingararbeiði og hevur leverað og lagt nýggja teppið á fótbóltsvøllin.
- Tað eru 5-6 útlendsk fakfólk, sum hava gjørt alt hetta arbeiði, ið hevur tikið umleið hálvan annan mánaða.
Hann vísir á, at Polythan tey fyrstu árini, meðan garantiið stendur við, fer at eftirhyggja vøllin einaferð um árið og fer at busta hann á ein serligan hátt.
- Nú vøllurin verður nógv brúktur, skal hann eisini "bustast" við serligum bustum, ið verða drignar við bili, tvær ferðir um vikuna. Hetta er fyri, at svørtu gummikúlurnar, sum eru stroyddar um vøllin, skulu leggja seg uppá pláss ? og fyri at halda "grasinum" uppi.
Kári sigur, at kunstgrasið er 35 mm. høgt, og sambært Osvaldi skal grasið frá gummikúlunum og uppá grasendan vera umleið 15 mm. høgt, soleiðis at grasið bert hevur hesar 15 mm. at ridla í, sum hann tekur til.
Reytt asfalt
Nú nýtt teppi er lagt á fótbóltsvøllin, verður hond eisini tikin um økið rundan um vøllin.
- Vit fara at leggja litað, reytt ella grønt, asfalt rundan um allan vøllin. Asfaltið verður keypt frá Landsverkfrøðinginum, men arbeiðið verður gjørt sjálvboðið. Hetta er ikki ein stór íløga aftrat tí, sum gjørt er, sigur Kári.
Øll tey seks málini við fótbóltsvøllin eru eisini skift.
Spurdur, hvussu stór samlaða íløgan er, sigur bygdaráðsformaðurin:
- Sjálvur vøllurin, sum Polythan hevur leverað, kostar umleið hálva aðru miljón. Saman við umvælingararbeiðinum, flutningi, kosti og innivisti til útlendsku arbeiðsmenninar og litaða asfaltinum, sum skal leggjast rundan um vøllin, er hetta ein íløga uppá einar 2 milj. krónur, sigur Kári Johannesen.
Hann fegnast annars um, at júst hetta teppið, sum Osvald Simonsen umboðar, er lagt á vøllin, tí sambært eitt nú Dánjali Andreasen í Leirvík, er hetta tað nærmasta, tú kanst koma veruligum gasi.
- Dánjal væntar ikki, tað gongur long tíð, áðrenn altjóða fótbóltsheimurin fer at góðkenna hetta "grasið" til altjóða dystir, sigur Kári Johannesen, bygdarráðslimur á Skála at enda.