Chelsea tapti í kvøld 2-1 fyri FC Basel á heimavølli, eftir at hava verið á odda 1-0. Lionel Messi skordi eins og Cristiano Ronaldo í gjár, og skoraði hattrick.
Bólkur E:
Mest óvæntaða úrslitið í fyrsta umfari í Champions League kom á Stamford Bridge í London. Stórfavorittarnir úr Chelsea taptu púra óvæntað 2-1 fyri FC Basel á heimavølli. Oscar legði Chelsea á odda, men í seinna hálvleiki skoraði FC Basel tvær ferðir.
Schalke 04 greiddi sín setning og vann 3-0 á Steaua Bukarest. Millum málskjúttarnar var Julian Draxler, sum spældi við týska landsliðnum móti Føroyum fyri viku síðan.
Bólkur F:
Arsenal vann týdningarmiklan sigur á útivølli móti franska Marseille. Theo Walcott legði Arsenal á odda, eftir eina verjuvillu. Seint í seinna hálvleiki økti Aaron Ramsey, eftir ein lítlan dribblitúr.
Í Italia vann Napoli vann 2-1 Borussia Dortmund, sum var í Champions League finaluni farna kappingarár. Napoli hevur vunnið fyrstu tríggjar dystirnar í Seria A og vísti aftur í kvøld styrki. Málini skoraðu Gonzalo Higuaín og Lorenzo Insigne.
Borussia Dortmund fekk bæði málverjan, Roman Weidenfeller, og venjaran, Jurgen Klopp, útvístar.
Bólkur G:
Atletico Madrid vann 3-1 á Zenit á heimavølli. Málini skoraðu Leo, Arda Turan og Miranda. málið hjá Zenit skoraði Hulk. Í hinum dystinum vann FC Porto 1-0 á Austria Wien.
Bólkur H:
Barcelona gjørdi sum væntað og vann á Ajax. Lionel Messi gjørdi eins og kappingarneytin, Cristiano Ronaldo, gjørdi í gjár, og skoraði hattrick. Fjóða málið skoraði Gerard Pique, eftir innlegg frá Neymar.
Í hinum dystinum helt leingi Celtic leingi út, áðrenn favorittarnir úr AC Milan fingu tvey mál og vunnu 2-0. Christian Zapata og Sully Muntari skoraðu málini.
Champions League:
Bólkur E:
Chelsea – FC Basel 1-2
Schalke 04 – Steaua Bukarest 3-0
Bólkur F:
Marseille – Arsenal 0-2
Napoli – Borussia Dortmund 2-1
Bólkur G:
Atletico Madrid – Zenit 3-1
Austria Wien – FC Porto 0-1
Bólkur H:
AC Milan – Celtic 2-0
Barcelona – Ajax 4-0