Sjagaklettur fer at trola við lemmum

Allar fyritreytir vóru til steðar, tá P/ Jókin fór undir verkætlanina við tveimum frystiskipum

Enn hevur P/F Jókin, sum eigur ísfiskatrolaran Sjagaklett, ikki fingið annað skip fyri systirskipið Gullberg, sum bráddliga sakk á fiskileið hin 30. juli í ár.

 

Tummas Christophersen, reiðari, sigur, at felagið hevur fingið tilboð um ymisk skip, sum kundu komið í fiskiskipaflotan fyri Gullberg, men felagið hevur onga støðu tikið enn.

 

Sjagaklettur hevur ligið í eina tíð, har skipasmiðjan MEST hevur gjørt onkrar vanligar umvælingar, og hesi arbeiði verða liðug í vikuni.

 

- Vit hava gjørt av, at Sjagaklettur í fyrstu syfti fer at trola við lemmum og frysta veiðina umborð. Skipari verður Tórhallur Randrup, sum er royndur í leikum.

 

Reiðarin sigur, at P/F Jókin varðveitir loyvi til annað skip fyri Gullberg í tvey ár, men í løtun dugir hann slett ikki at siga, um ella hvussu teir møguliga fara at brúka hetta loyvi.

 

Tummas Christophersen dylur ikki, at teir á ymiskan hátt hava verið óhepnir, síðan systirskipini, Sjagaklettur og Gullberg, komu til landið.

 

- Hetta vóru lutfalsliga nýggj og góð frystiskip, og tað vóru royndir og dugnaligir menn, sum fóru undir hesa verkætlan. Allar fyritreytir vóru til steðar, men eg noyðist at viðganga, at hepni hevur ikki verið á okkara síðu.

 

Reiðarin vísir á, at Sjagaklettur og Vesturleiki hava verið á makrelveiði í heyst, men heldur ikki henda tíðin royndist hjá skipi og manning.