Tey, sum ikki náddu tað í vár, fáa nú høvi at síggja leikin Sjóvevur, sum vann sjónleikaranum Eyð Matras Ársins Herðaklapp frá Tjóðpalli Føroya Í samband við 100 ára hátíðarhaldið hjá Klaksvíkar Kommunu og Sjómannadagin, verður einrøðuleikurin Sjóvevur nú tikin uppaftur.
Sjóvevur er um hendingaríku ferðina hjá svensku Ainu Cederblom, sum í 1933 sigldi í sínum lítla motorbáti Rospiggen II úr Svøríki til Føroyar og viðari til Grønlands og Amerika. Leikurin lýsir harðbalnu ferðina um Atlantshavið, lívið umborð á skonnartini Stellu Mariu og lívshættisliga stríðið, Aina upplivdi í pakkísinum.
Eyð Matras hevur leiklutin sum Aina Cederblom, og er hon einsamøll á palli í útvið tveir tímar. Í vár fekk hon ársins herðaklapp frá Tjóðpalli Føroya og MáF fyri avrik sítt.
Nú leikurin verður tikin upp aftur, verður eisini høvi at síggja lítla motorbátin hjá Ainu Cederblom, sum verður sýndur fram niðanfyri Leikalund, dagarnar leikurin verður spældur.
Harafturat ber til at síggja svart/hvíta filmin ?Som sjøluffare på Atlanten?, sum Aina Cederblom sjálv tók upp á ferð síni. Í filminum eru forvitnisligar myndir at síggja, serliga av manningini á Stellu Mariu.
Leikurin verður sýndir hesar dagar í Leikalund í Klaksvík.
Hósdagin 14. august kl. 19.00
Fríggjadagin 15. august kl. 19.00
Sunnudagin 17. august kl. 17.00
Farið verður ikki at ferðast við leikinum.
Atgongumerki kunnu bíleggjast í Norðoya Kunningarstovu tlf. 45 6939 ella info@klaksvik.fo