Teir tríggir fólkatingslimirnir, Sjúrður Skaale úr javnaðarflokkinum í Føroyum, og teir báðir grønlendsku fólkatingslimirnir, Sara Olsvig úr Inuit Ataqatigiit og Doris Jakobsen úr Siumut hava nú gjørt eina samstarvsavtalu um arbeiðið á Fólkatingi.
Teir tríggir flokkarnir staðfesta, at teir eru allir sjálvstøðugir flokkar á Fólkatingi og eru knýttir at ávikavist sosialdemokratunum og SF.
- Javnaðarflokkurin, Siumut og Inuit Ataqatigiit eru tískil, saman við 89 øðrum fólkatingsumboðum, parlamentariska grundarlagið hjá stjórnini.
- Teir tríggir flokkarnir eru tó valdir inn á Fólkating við støði í eini aðrari politiskari dagsskrá og øðrum politiskum lyftum til veljaran, enn donsku flokkarnir.
Tí boða teir frá, at tá mál, ið víðvíkja Føroyum ella Grønlandi, verða viðgjørd á Fólkatingi, taka flokkarnir somu politisku støðu, sum meirilutin í heimlandinum hevur.
Flokkarnir vænta, at stjórnin er sinnaðir fyri einum opnum samskifti, tá grønlendsk ella føroysk mál verða viðgjørd, eisini tá ið mál, har stjórnin ikki hevur sama sjórnarmið sum meirilutin í Grønlandi ella Føroyum.
Her kann talan vera um mál um at troyta náttúrutilfeingið, rættindi hjá grønlendskum og føroyskum borgarum ella rættarstøðu Føroya og Grønlands, siga tey trý fólkatingsumboðini.