Sjúrður Skála – ein býarmynd farin

Sjúrður Skála í Havn í Havn andaðist 27. november 96 ár.

Hetta var kanska ikki heilt óvæntað. Hann var blivin gamal, og sporini vóru blivin tyngri. Okkurt hóttafall hevur eisini verið, men hvørja ferð er hann komin fyri seg aftur. Hann var eisini í býnum eina viku áðrenn hann doyði, men nú var so hansara tíð farin. 


Sjúrður var sonur Amaliu, ættað úr Hesti, og Nikláa Skála, sum saman við beiggja sínum Tom Nicolajsen var kendur sum fergumaður í Havn í teirri tíðini, tá skip ikki kundu leggja at. Tað er nógv skrivað um hesa tíðina og serliga um teir báðar, sum vóru so ymiskir og kortini so góðir við hvønn annan. 


Niklái var í Brøðrasamkomunu, meðan Amalia var kirkjufólk. Hetta kundi havt skapt tvístøðu millum hjúnini um dóp av børnunum. Men ikki hjá teimum báðum. Tey gjørdu ta semju, at tey lótu annaðhvørt barn doypa! Meira diplomatiskt kundi tað ikki vera.


Systkini hjá Sjúrði, sum komu til, vóru Óla Kristian, Nanna, Arngrím og Tóra, kallað Lítla. Nú eru bert systrarnar eftir. 


Sjúrður var ein býarmynd í Havn og tí kendur av mongum. Hann prátaði við nógv, men ikki við øll. Hann hevði síni útvaldu evni at tosa um við hvønn einstakan. Hann tosaði við ein um eitt evni hvørja ferð, og við ein annan um eitt annað evni. Talt saman vóru áhugaøkini mong hjá honum. 


Sjálvur kom eg at kenna Sjúrð sera væl. Hetta kemur av, at hann kemur úr umhvørvinum hjá mammu míni í Havn. Tey vóru javngomul. Sjúrður kom nógv inn á verkstaðið hjá abba mínum, Pola skómakaranum, sum búði í Konradsbrekku. Her kundu teir sita og práta um alt millum himmal og jørð. Tað er so hent hjá skómakarum, at teir kunnu práta, meðan teir arbeiða.

Teir gjørdust so mikið væl, at abbi lovaði Sjúrði, at hann skuldu sleppa at bera hann, tá ið hann einaferð skuldi fara til gravar. Tá hann doyði í 1957 møtti Sjúrður eisini upp at gera vart við hesa tilsøgn. Nei, “tíverri vóru berararnir longu bidnir,” fekk hann til svar. 


Sjúrður var eisini væl við mammubeiggja mín Niels Juel Háberg, og tað vóru ikki smávegis søgur, sum Niels Juel kundi fortelja frá Sjúrði. Tað mundi vera av hesum skyldskapi, at vit vit báðir komu at kennast. Vit hittast ikki uttan at fáa eitt prát, og tað var ofta. Sjúrður var sera vitandi maður, og tað sigst, at hann hevur sett mangan “góðan” mannin fastan við síni vitan.

Tað er ikki nakað dulsmál, at Sjúrður var ikki vanligur. Hann varð sendur niður aftaná kríggið, tí hildið var, at honum tørvaðu sálarliga viðgerð. Hann kom til samrøðu við serfrøðingar, sum skuldu staðfesta, hvussu galið tað var við honum. Men hann setti teir allar fastar. Tá ið hann varð spurdur um okkurt, kom hann við mótspurningum, sum hesir “klóku” ikki kundu svara uppá. Tað segðist, at ein spurningur var, um hann visti dagin fyri “Danmarks Befrielse” í 1945. Jú, tað var dagin eftir “Staunings dødsdag”. Teir so at hyggja og finna fram til, at Stauning doyði 3. mai, tað var í 1942. Fráboðanin um at Danmark var frælst kom 4. mai. 


Tað var skjótt, at funnið varð fram til, at Sjúrði bilaði einki, og tað sigst, at pápi hansara fekk eitt fjarrit, sum segði: “Deres søn er ikke sindsyg!” Sjúrður hevði enntá hevur pappír uppá tað. Tað er meira enn flest onnur hava. Sjúrður kom so heim aftur, og tað er Havnin ikki blivin keðiligari av!


Væl kendur í gamla kirkjugarði


Vit báðir høvdu ein serligan felags áhuga. Tað var gamli kirkjugarður í Havn. Her var Sjúrður granni eins og eg sjálvur. Hann kendi heilt nógvar av gravunum, har nøvnini ikki kundu síggjast á gravsteinunum ella eingir steinar vóru. Men sum ofta er, tað verður ov seint byrjað at spyrja. Men okkurt gott íkast er komið frá honum í samband við kirkjugarðin og røðina “Hendur ið Sleptu.”

Sjúrður hevði eisini ein sera stóran áhuga fyri samfelagsviðurskiftum og hevði eina greiða hugsan um “dagsins mál”. Hetta gjørdi, at hann ofta sat í tinginum sum áhoyrari, men Sjúrður helt ofta lítið um orðalagið hjá tingmonnum.


Viðhvørt stóð so nógv á Sjúrði, at hann fekk ikki bara sær og mátti svara til. Tað hevur hent seg, at hann fekk átalu frá løgtingsformanninum! Men tað helt honum ikki aftur at gera vart við seg næstu ferð.

Sjúrður las eisini nógv. Tað var neyvan dagur, at hann ikki var inni á byarbókasavninum, har hann fyrst og fremst las bløðini.

Sjúrður hevði sum yngri fyrifallandi arbeiði. Í bókini hjá Hans Paula Johannesen er mynd av saltfiskalanding, har hann koyrir trillubøru.

Sjúrður gjørdi ikki so nógv burtuúr sær sjálvum. Tá hann hevði rundar føðingardagar, rýmdi hann til Reykjavíkar, har hann búði hjá Frelsunarherinum, har hann var ein vælkomin gestur. Seinast hann annars var “sæddur alment” var á sjónvarpsmøti í Evangeliihúsinum, har hann plagdi at koma. 


Sjúrður búði saman við systrunum á Dalavegnum. Hann plagdi at fara ørindi fyri tær. Fyri kortum spurdi Sjúrður ein bróðurson, um hann ikki mundi vera Føroya elsti ørindadrongur. Jú, tað var einki at ivast í! Tað dámdi honum væl. Hann var ein einari, og tað vildi hann eisini vera.


Sjúrður fór til gravar týsdagin frá kirkjugarðskapellinum, har Heri Joensen helt eina vakra talu um Sjúrð. Nokk so fitt av fólki fylgdi honum. Sjúrður var nakað serstakt. Kanska seinasti originalur í Havn í positivari merking. Tað verður saknur í honum. Hann verður ein, sum fólk koma at minnast.


ó.