Sjúrður er sonur Amaliu og Nikláa Skála, sum saman við beiggja sínum Tom var kendur sum fergumaður í Havn.
Systkini hjá Sjúrði vóru Óla Kristian, Nanna, Arngrím og Tóra, kallað Lítla.
Sjálvur eri eg komin at kenna Sjúrð sera væl. Hetta kemur av, at hann kemur úr umhvørvinum hjá mammu míni í Havn. Sjúrður kom nógv inn á verkstaðið hjá abba mínum, Pola skómakaranum, sum búði í Konradsbrekku. Her kundu teir sita og práta um alt millum himmal og jørð.
Teir gjørdust so mikið væl, at abbi bað Sjúrð til berara, tá hann einaferð skuldi fara til gravar.
Sjúrður var eisini væl við mammubeiggja mín Niels Juel Háberg, og tað vóru ikki smávegis søgur, sum Niels Juel kundi fortelja frá Sjúrði. So komu vit báðir at kennast. Vit hittast ikki uttan at fáa eitt prát. Sjúrður er sera vitandi maður, og tað sigst, at hann hevur sett mangan “góðan” mannin fastan við síni vitan.
Sjúrður hevur eisini ein sera stóran áhuga fyri samfelagsviðurskiftum og hevur framvegis greiða hugsan um “dagsins mál”. Hetta ger, at hann ofta situr í tinginum sum áhoyrari, men Sjúrður heldur lítið um orðalagið hjá tingmonnum.
Viðhvørt stendur so nógv á Sjúrði, at hann fær ikki bara sær og má svara til. Tað hevur hent seg, at hann hevur fingið átalu frá løgtingsformanninum. Tað hevði einki gjørt, um vit høvdu fleiri av Sjúrðasa slag!
Hann lesir eisini nógv. Tað er neyvan dagur at hann ikki er inni á bókasavninum, og her man hann vera ellisforseti.
Sjúrður hevur sum yngri havt arbeitt fyrifallandi arbeiði. Í bókini hjá Hans Paula Johannesen er mynd av saltfiskalanding, har hann koyrir trillubøru.
Sjúrður ger ikki so nógv burtuúr sær sjálvum. Tá hann fyrr hevur havt rundar føðingardagar, er hann rýmdur til Reykjavíkar, har hann hevur búð hjá Frelsunarherinum, har hann hevur verið ein vælkomin gestur. Nú eru sporini farin at tyngjast eitt sindur, so hesa ferð fer hann ongan veg.
Góði Sjúrður! Eg vil ynskja tær hjartaliga tillukku við tínunm stóra degi. Okkurt prátið hava vit kanska eftir næstu ferð vit hittast.
Óli