Teir somalisku sjórænararnir, sum hava rænt eini bretsk hjún, sum vóru á veg í stuttleikabáti tvørtur um Indiska Havið, hótta nú við at beina fyri hjúnunum og at brenna líkini, fáa teir ikki loysigjald.
Ein av rænarunum, Mohammed Hussein, sigur við blaðið Telegraph, at teir fara eisini við at beina fyri hjúnunum, um bretar ella onnur royna at fría tey við hermegi.
Bretsku myndugleikarnir siga, at teir taka hóttaninar frá sjórænarunum í fullum álvara, men aðrar viðmerkingar hava teir ikki.