Leygardagin tann 4. september tekur føroyska landsliðið móti sveisiska landsliðnum. Sjónvarp Føroya fer at senda beinleiðis frá tí dystinum klokkan 18:20 leygardagin. Nakrar dagar seinni, mikudagin tann 8. september, koma fronsku heimsstjørnurnar til Føroya. Tann dysturin verður floytaður í gongd klokkan 17:00, og Sjónvarp Føroya byrjar at varpa myndir klokkan 16:30.