Sjóbjargingarstøðin var væl fyrireikað

? Fyrireikingararbeiðið til Sjóbjargingarstøðina var avgjørt gott. Vit høvdu útlendskar konsulentar til at venja starvsfólkini, og tá ið støðin fór at virka, hevði hon fingið toppkarakter frá konsulentunum, sigur Jørgen Niclasen, sum var landsstýrismaður, tá ið føroyska Sjóbjargingarstøðin fór at virka

Tað var eingin slingur í valsinum, tá ið føroyska Sjóbjargingarstøðin, MRCC-Tórshavn, var fyrireikað.
Tað heldur Jørgen Niclasen, sum var landsstýrismaður við fiskivinnumálum, tá ið Sjóbjargingarstøðin gjørdist veruleiki, og føroyingar tóku við ábyrgdini av tilbúgvingini á sjónum.
? Fyrireikingararbeiðið til Sjóbjargingarstøðina var avgjørt gott. Vit høvdu útlendskar konsulentar til at venja starvsfólkini, og tá ið støðin fór at virka, hevði hon fingið toppkarakter frá konsulentunum, sigur Jørgen Niclasen.

VIldu tryggja seg
Tað var síðst í 2000, at Fiskamálaráðið rættiliga setti gongd í fyrireikingararbeiðið til eina føroyska tilbúgving. Kaj P. Mortensen, sum tá var aðalstjóri, stóð fyri arbeiðnum, men fleiri onnur starvsfólk og uttanhýsis konsulentar vóru við í arbeiðnum.
Millum teirra var bretska fyritøkan Link Associated.
? Vit fingu útlendskar konsulentar at venja starvsfólkini, og teir gjørdu nógvar venjingar við teimum. Í fyrstuni gekk tað einki serligt, men venjingarnar eydnaðust betri og betri, og tá tær vóru lidnar, vóru konsulentarnir væl nøgdir við starvsfólkið á Sjóbjargingarstøðini, sigur Jørgen Niclasen.
? Vit vildu í fyrireikingunum tryggja okkum, at vit fingu eina væl virkandi føroyska Sjóbjargingarstøð. Endamálið var at fáa eina betri tænastu og størri trygd í føroyskum sjóøki.
Í apríl mánaði 2002 fór MRCC-Tórshavn at virka, og stutt frammanundan var seinasta venjingina, har ein pólskur trolari kom í havsneyð í Nólsoyarfirði. Hesari venjingini fylgdu bretskir serfrøðingar, og teir vóru nøgdir við arbeiðið hjá Sjóbjargingarstøðini.

Tekur undir við kanning
Jørgen Niclasen tekur undir við, at ein kanning nú verður gjørd av Sjóbjargingarstøðini, eftir at tyngjandi upplýsingar eru komnar fram um bjargingina í sambandi við, at farmaskipið Jøkulfell gekk burtur norðanfyri Føroyar og seks mans sjólótust.
? At døma eftir teimum upplýsingum, sum higartil eru komnar fram, tykist tað, sum at Sjóbjargingarstøðin hevur verið ov sein at reagera upp á eitt neyðarkall, men spurningurin er, um tað eru upplýsingar, sum ikki eru komnar fram enn, sum kunnu broyta hesa fatan.
? Tí haldi eg, at ein kanning av tilburðinum er neyðug. Tað er neyðugt fyri álitið, sum vit skulu hava á Sjóbjargingarstøðina, sigur Jørgen Niclasen.

Kløkkir í løgtinginum
Fyrrverandi landsstýrismaðurin sigur, at tað koma fullkomiliga óvart á flestu løgtingsmenninar, at tað vóru so stór ivamál um føroysku tilbúgvingina, tá ið Jøkulfell gekk burtur.
? Vit vistu einki um hetta, fyri enn málið kom fram í løgtinginum, og tí haldi eg, at nógvir tingmenn blivu kløkkir av hesum, og tí reageraðu teir. Spurningurin er so, hví ikki landsstýrismaðurin, sum hevur vitað um eftirmetingina, ikki hevur gjørt nakað við hetta fyrr enn nú, sigur Jørgen Niclasen.
? Tað er menniskjaligt at gera mistøk, og um onkur mistøk eru gjørd í hesum førum, so verða tey ikki gjørd aftur. MRCC hevur eisini longu tikið avleiðingarnar av eini eftirmeting, og tískil eiga vit at hava álit á Sjóbjargingarstøðini. Men ein kanning kann fáa allar upplýsingar fram og staðfesta, hvat tað var, sum fór fram, og tí er ein kanning neyðug, heldur hann.