Siri Eysturoy: Tað hevur altíð verið ein sjálvfylgja hjá mær, at vera á Ólavsøku. Í ár gleði eg meg til at verða við til setanina Ólavsøkuaftan. Tey seinastu nógvu árini havi eg arbeitt til á middegi, so eg havi sjálvdan nátt tað, men í ár skal tað verða.
Eg búgvi í Hoyvík, sum er ov langt burtur til at fólk detta inn á gólvið, tí fari eg oman til Havnar. Til kappróðurin plagi eg at standa á leið sama stað hvørt ár og møta somu fólkunum sum undanfarin ár, tað er nakað heilt serligt, góður stemningur, hýrurin er góður, fólk eru veitsluklødd og heilt nógv eru í tjóðbúna. Mær dámar væl tað siðbundna í hesum. Avtalur vera síðani gjørdar, um hvar skal farast eftir róðurin og um kvøldið.
Hæddarpunktið á Ólavsøkuni fyri meg er hátíðarløtan Ólavsøkumorgun, tá prestar og tingfólk koma úr kirkjuni, og sangurin undir Tinghúsinum. Tað er Ólavsøkan fyri meg. Eg minnist bara eina Ólavsøku, har eg ikki havi verið til hesa løtu.
Ólavsøkan hevur nógv at siga fyri meg, einamest tjóðskaparliga. Hetta, at vit øll koma saman og gera tað sama og saman pussa tjóðskaparkensluna. Ólavur kongur og tað, ið hendi á Stiklastøðum, fyllur ikki so nógv. Ólavsøkan er vorðin ein tjóðskaparsamkoma. Tað er ein samansjóðing av føroyingunum. Vit standa saman og minna hvønn annan á, at vit eru ein tjóð, og at vit kunnu vera stolt av at vera føroyingar, um ikki politiskt, so í hjartanum.










