Sinwar funnin við pengum og skottryggum vesti

Leiðarin í Hamas, Yahya Sinwar, royndi at flýggja, áðrenn ísraelskar herdeildir gjørdu av við hann, sambært Ísrael.

Yahya Sinwar varð hóskvøldið dripin av Ísrael. Hann gjørdist leiðari fyri Hamas í Gazageiranum í 2017, men fyrst í august í ár varð hann útnevndur sum ovasti leiðari fyri Hamas. (Arkivmynd). - Mynd: Said Khatib/Ritzau Scanpix

Leiðarin í hernaðarligu Hamas-rørsluni, Yahya Sinwar, varð funnin av ísraelskum hermonnum við einum skottryggum vesti, einum vápni og 40.000 siklum - umleið 74.000 krónur.

Tað hevur talsmaðurin hjá ísraelska herinum, Daniel Hagari, sagt.

Hetta skrivar Reuters, sum hevur lýst gongdina kring deyða Sinwars.

Leiðarin í Hamas varð mikudagin dripin av ísraelskum hermonnum í Rafah har suðuri í Gaza.

Tað boðaði uttanríkisráðharrin í Ísrael, Israel Katz, frá hóskvøldið.

- Hann royndi at sleppa undan og okkara herdeildir útihýstu honum, segði Hagari við tíðindafólk á sjónvarpsfundi.

Eftir eina harða mannajagstran, sum hevði varað í yvir eitt ár, varð Sinwar funnin av infanterihermonnum, siga embætisfólkini.

Mikudagin rannsakaðu teir eitt øki í sunnara parti av Gazageiranum, har teir hildu, at leiðandi Hamas-limir vóru.

Hermenninir sóu tríggjar illgrunasamar hermenn flyta seg millum ymiskar bygningar og fóru at skjóta. Sinwar flýddi inn í ein oyðilagdan bygning.

Sambært fráboðanum í ísraelskum miðlum varð millum annað ein rakett skotin móti bygninginum.

Hósdagin gav herurin út upptøkur frá eini dronu, sum sambært herinum vístu Sinwar sitandi í einum stól við einari hond illa særdari.

Í roynd at sláa dronuna niður, kastaði hann ein stav eftir henni.

Tann skjótt 62 ára gamli Sinwar gjørdist leiðari fyri Hamas í Gazageiranum í 2017, men fyrst í august í ár varð hann útnevndur sum ovasti leiðari fyri Hamas.

Tað hendi eftir at undanfarni leiðarin, Ismail Haniyeh, varð dripin í einum bumbuálopi í Teheran, høvuðsstaðnum í Iran.

Tannlæknaskráir, fingramerki og DNA-kanningar hava endaliga staðfest deyða Yahya Sinwar.

Ísraelska stjórnin og herurin hava sagt, at Sinwar stóð aftanfyri álopið hjá Hamas á Ísrael 7. oktober 2023, sum elvdi til kríggið í Gazageiranum.

Hamas hevur sjálvt ikki gjørt viðmerkingar til útsøgnina hjá Ísrael. Men keldur í rørsluni hava sagt, at ábendingarnar, tey hava sæð, benda á, at Sinwar varð dripin av ísraelskum hermonnum.

 

/Ritzau/

 

Yahya Sinwar varð hóskvøldið dripin av Ísrael. Hann gjørdist leiðari fyri Hamas í Gazageiranum í 2017, men fyrst í august í ár varð hann útnevndur sum ovasti leiðari fyri Hamas. (Arkivmynd). - Mynd: Said Khatib/Ritzau Scanpix