Silja Star og Froyur hava í dag røkt siglingarleiðina til Suðuroyar. Strandferðslan leigaði hesi bæði førini, tí ikki fekst ein loysn á trupulleikunum, sum hava rakt Reginu Baltica, sum er avloysari fyri Smyril.
Silja Star og Froyur fóru til Suðuroyar í kvøld og sigast at taka eini 100 fólk.
Strandferðslan hevur nú boðað frá, at Regina Baltica er klár at fara til Suðuroyar í kvøld.