Eingin vil seta tøl á. Men fyrsta dagin kemur fráboðanin, ið sendir Føroyar í kríggj. Sildakrígg. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum arbeiðir við at útvega sær heimild at áseta Føroyum eginkvotu av norðhavssild. Næstsíðsta fríggjadag ráðførdi hann seg við Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum, sum síðani tá hevur vigað ætlaða, politiska útspælið frá landsstýrismanninum.
- Vit hava biðið landsstýrismannin um fleiri tøl og upplýsingar, ið lýsa málið betri, sigur Jákup Mikkelsen, formaður í Uttanlandsnevndini.
Nevndin hevði fund fríggjadagin fyri viku síðani, og skal ætlandi aftur á fund mánadagin. Ráðførslur fara fram í fullum trúnaði, og eingin nevndarlimur fæst tí at siga nakað um tað, ið fyriferst kring ráðførsluna um norðhavssildina.
Greitt er tó, at Uttanlandsnevndin hevur fingið nakað at hugsa um. Sambært vælvitandi keldum hjá Sosialinum skjýtur landsstýrismaðurin høgt, nú hann skal áseta Føroyum eginkvotu av sild. Somikið høgt, at føroyska eginkvotan av norðhavssild prosentvís skal vera hægri enn makrelkvotan, har Føroyar síðstu árini ásett sær sjálvum 15 prosent. Keldurnar vilja vera við, at føroyska kravið nærkast 20 prosentum av heildarkvotuni.
Solutúrurin
Longu í fjørheyst stóð greitt, at Føroyar fóru solo við kravi um munandi meira enn tey 5,1 prosentini av heildarkvotuni, ið strandalandaavtalan millum Norra, Russland, Ísland, ES og Føroyar hevur givið í føroyska partin síðstu árini. Í fjør merkti tað smá 43.000 tons av eini heildarkvotu á 833.000 tons.
ICES mælir tó til munandi lægri heildarkvotu í ár, sammett við í fjør. Sildakvotan eigur lækka úr 833.000 tonsum niður í 613.000 tons, ljóða ráðini frá havrannsóknarstovninum. Velja Føroyar at áseta sær eginkvotu á 15 til 20 prosent av ICES-tilmælinum, gevur tað eina føroyska sildakvotu á 92.000 til 122.600 tons. Also ein tvífaldan ella trífaldan av tonsatalinum, og ein trífaldan ella fýrafaldan av kvotupartinum.
Síðani Føroyar fóru solo og kravdu munandi størri part av makrelinum í Norðuratlantshavi, hava støðugt fleiri røddir tosað uppundir, at tað sama eigur at vera gjørt við sildina. Ikki minst stóra reiðaríið Thor, sum hevur heimstað í Hósvík, hevur verið íðin forsprákari fyri hesum leisti. Hinumegin standa ávaringarnar um møgulig boykot av Føroyum og føroyskum vørum, umframt at Føroyar búra seg inni og binda seg til at fiska alt í egnum sjóøki. Ein leistur, ið kann gerast dýrur, um uppsjóvarfiskurin skiftir ferðingarmynstur.
Býtið
Av teimum 43.000 tonsunum av norðhavssild, sum fullu í føroyskan lut í fjør, fór nógv tann størsti parturin til uppsjóvarflotan. Nótaskipini fingu tillutað 28.000 tons, góð 5000 tons vórðu trekt av fyri hjáveiðu í 2011, onnur 5000 tons fóru til hjáveiðu hjá øðrum skipabólkum í makrelfiskiskapinum, ídnaðarskipini fingu 2000 tons og síðstu gott 2000 tonsini vórðu latin Grønlandi. Sambært hagtølunum hjá Fiskiveiðieftirlitinum vórðu stívliga 25.000 tons av sildakvotuni fiskað í føroyskum sjógvi, 5000 tons vórðu fiskað í altjóða øki og góð 3000 tons í norskum øki.
Sum heild søgdu skipini frá nógvari sild í føroyskum øki. Og tað kann koma at vera avgerandi, tí tá Føroyar áseta sær eginkvotu av sild, verður eisini neyðugt at fiska alt í føroyskum sjógvi.
Klondyke
Líkt er til, at uppsjóvarfiskiskapurin fær uppaftur meira ferð á, sammett við undanfarin ár. Føroyska sildakvotan verður millum 92.000 og 122.000 tons, ið skulu býtast út úr Fiskimálaráðnum til føroyska flotan. Og hartil kemur so makrelkvotan, sum eisini verður ásett í Fiskimálaráðnum. Tøl eru ikki sett á enn, men leisturin verður alt annað líka hesin: Eginkvotan frá 2012, minus niðurskurðin í ICES-tilmælinum fyri 2013, pluss avlopskvotan frá í 2012. Tað gevur eina makrelkvotu á umleið 126.000 tons, umframt 30.000 tons, ið eru flutt yvir frá í fjør.
Svartkjafturin, sum í mong ár varð fiskaður óskipað við eginkvotum, er síðstu árini komin í fasta legu. Stovnurin er í vøkstri, og tað sæst aftur í kvotuni fyri 2013. Sambært strandalandaavtaluni fáa Føroyar 154.000 tons av svartkjafti í ár. Av hesum hava Føroyar longu latið 75.000 tons til Russland afturfyri tosk í Barentshavinum. Eftir eru tí stívliga 80.000 tons til føroysk skip at fiska.
Politikkurin
Higartil hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, fingið fullan stuðul fyri at áseta Føroyum egna makrelkvotu. Um sama ger seg galdandi viðvíkjandi norðhavssildini, fæst væntandi at vita fyrst í næstu viku, tá Uttanlandsnevndin hjá løgtinginum eftir ætlan er liðug at viðgera ráðførsluna og gevur landsstýrismanninum eitt svar.
Ráðførslur eru í trúnaði, og nevndarlimirnir binda seg tí til at halda tætt. Men í tíðindaskrivi síðsta sunnudag skrivar Framsókn millum annað soleiðis: ”í næstum verður føroyska sildakvotan fleirfaldað. Tá má politiska skipanin tryggja eitt býti, har fleiri sleppa framat og ikki bara nøkur fá politiskt og planbúskaparliga útvald.” Formaður og einasti tinglimur fyri Framsókn er sum kunnugt Poul Michelsen. Hann er limur í Uttanlandsnevndini hjá løgtinginum, og hann var á fundi 7. februar, tá landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum var í ráðførslu hjá nevndini, og hann var eisini á fundi 15. februar, tá Uttanlandsnevndin viðgjørdi ráðførsluna.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur seg bíða eftir svari úr Uttanlandsnevndini hjá løgtinginum, áðrenn hann ásetir sildakvotuna.
FAKTA:
Brot úr tíðindaskrivi hjá Framsókn, 17. februar 2013:
Í næstum verður føroyska sildakvotan fleirfaldað. Tá má politiska skipanin tryggja eitt býti, har fleiri sleppa framat og ikki bara nøkur fá politiskt og planbúskaparliga útvald.
FAKTA:
Brot úr tíðindaskrivi frá Fiskimálaráðnum 23. januar 2013, eftir enn eitt úrslitaleyst samráðingarumfar um norðhavssildina:
Á fundinum í London í dag endurtóku Føroyar sína støðu til býtið av norðhavssild sum órættvíst og kundu tískil ikki góðtaka, at hildið verður fram við verandi býti. Hinvegin vóru Føroyar til reiðar at fara undir samráðingar um eitt nýtt býti, ið leggur upp fyri stóru útbreiðsluni av norðhavssild á føroyskum havleiðum, sum fiskiskapurin higartil eisini hevur prógvað.
Eftir hetta tóku hini strandarlondini seg saman um eina nýggja semju um norðhavssild fyri 2013, har Føroyar ikki eru partur. Í semjuni tilskila londini sær sama part av heildarkvotuni sum undanfarin ár. Niðurstøðan má sostatt vera, at hini strandarlondini eru ikki sinnað fyri at samráðast um eitt nýtt býti av norðhavssildini fyri 2013.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, fer væntandi um stutta tíð, eftir politiska viðgerð í Føroyum, at áseta føroysku sildakvotuna fyri 2013.