Sildakríggið ímillum Føroyar og ES er av

Handilstiltøkini ímóti Føroyum verða nú sett úr gildi og føroyingar taka bæði sakarmálini ímóti ES aftur

 


Nú er semja ímillum ES og Føroyar um sildina.

Tað váttar ES nevndin á síni heimasíðu.

Avtalan er gjørd ímillum ES fiskimálaráðharran, Maria Damanaki og Jacob Vestergaard, landsstýrismann í fiskivinnumálum.

Jacob Vestergaard hevur sagt í Kvf, at semja er ímillum partarnar og nú verður tað so eisini váttað í ES.

 

Eftir avtaluni halda føroyingar uppat við tí, ES kallar ovurfiskingini av sild og samstundis fer ES nevndin at mæla til, at handilstiltøkini, sum vórðu sett í verk ímóti Føroyum í august í fjør, verða avtikin.

 

Harafturímóti skulu føroyingar taka altjóða sakarmálini ímóti ES aftur. Samstundis er kunngjørt, at Løgmaður, og Jacob Vestergaard fara í samráð við uttanlandsnevndia hjá løgtinginum nú á miðdegi við tí endamálið at fáa undirtøku fyri avtaluni, sum er gjørd.

Einki verður sagt um, hvussu stór, føroyska kvotan av sild verður.