Sigri Mitra Gaini, ið er best kend úr filminum Bye Bye Bluebird, sum Katrin Ottarsdóttir leikstjórnaði, hevur leiklutin sum muslimska gentan Sulaima ella Shawarma, ið arbeiðir á eini grillbarrini í býnum.
Polle Fiction filmurin er sprottin úr reklamufilmunum hjá telefonfelagnum Sonofon, sum fólk kenna úr donskum sjónvarpsrásum.
Filmurin fylgir fynbúgvanum Polle við tí kiksaða hárinum og tí reyða Puch-Maxi prutlinum.
Høvuðspersónurin Polle fra Snave gerst skotin í Shawarmu, men hann hevur kapping frá øðrum. Hetta spælir bara væl av. Polle hevur eisini verið forlovaður við eini aðrari, ið sigur, at hon er við barn.
Filmsgongdin
Filmurin er um Polle fra Snave, ið er ein lítil býur á Fyn. Polle er 30 ára gamal og býr heima. Í filminum kemur Polle út fyri einum arbeiðsóhappi, tá hann við arbeiðsfeløgum sínum tømir septiktangar.
Útlit eru tí fyri, at Polle fær endurgjald. Hetta vekir beinanvegin áhugan hjá Lillian, ið fegin vil hava ein part av peninginum. Polle fær tó frænir av, at hon er úti eftir peninginum og avlýsir brúdleypið.
Hann verður tó skotin í tí vøkru muslimsku gentuni Sulaima ella Shawarma. Karsten Koyrilærari er tó eisini áhugaður, og hetta førir til stríð teirra millum.
Reklaman hevur verið ógvuliga væl umtókt, og tí verður filmurin væntandi væl vitjaður í donskum biografum.