Tá Frigg festivalurin verður skotin í gongd í morgin kl 15, verður tað við Signari í Homrum á odda. Signar verður nevniliga tað fyrsta tónleikanavnið ið verður at hoyra, og hann er sera spentur uppá at verða startskotið til ein sera spennandi festival.
- Eg spæli sjálvandi teir kendastu sangirnir hjá mær, men eisini tríggjar sangin ið ikki eru framførdir fyrr, sigur Signar
Hóast Signar væntar at tað verður ein sera góð konsert, so eru hann ikki sikkur í hvussu nógv fólk koma so tíðliga á festival.
- Vit vænta ikki so nógv fólk, tí tað er kl 15 ein gerandisdag, so fleiri eru nokk til arbeiðis ella í skúla, men vit vóna at síggja nógv fólk, sigur Signar, og leggur afturat at tað heilt sikkurt verður att gott startskot, nú Frigg festivalurin bjóðar ókeypis øl.
Signar í Homrum hevur ongantíð framført á einum festivali uttanfyri Føroyar, og sigur tað verða eyka spennandi hesaferð, nú festivalurin er norðurlendskur, og hevur bólkar við frá fleiri londum.
Sjálvur gleðir hann seg tó mest til at hoyra teir føroysku bólkarnir.
- Eg kenni allar teir føroysku bólkarnir. Eg gleði meg serliga til Anniku Hoydal, tí eg havi ongantíð hoyrt hana live fyrr. Nú havi eg týtt ein sang hjá Bubbi Mortens, so eg gleði meg eisini til at hoyra hann live, sigur Signar í Homrum at enda.









