Høgni Hoydal
------
Vil fegin heiðra danska fólkið og ynskja teimum til lukku við, at tey í 1849 skipaðu seg sum eina tjóð við fólkaræði. Danska grundlógin ásetti, at danska fólkið hevur evsta valdið í Danmark. At fólkaræðið skal tryggjast við persónligum frælsisrættindum og valdsbýti. Og at onki vald, sum ikki er beinleiðis valt ella góðtikið av danska fólkinum, kann taka avgerðir vegna danska fólkið. Danska grundlógin var í 1849 frælsisbrævið hjá danska fólkinum – og hetta hendi um sama mundið, sum onnur fólk í Evropa kravdu fólkaræði, borgararættindi og settu einaræðið til viks.
Einaræðið helt fram í Føroyum
Men danska grundlógin, sum gjørdist frælsisbrævið hjá danska fólkinum, gjørdist tíveri júst tað øvuta fyri føroyska fólkið.
Uttan at nakað umboð fyri føroyska fólkið varð eftirspurt, hava umboð fyri danskar myndugleikar og føroysku sambandsflokkarnir síðani hildið uppá, at grundlógin hjá danska fólkinum eisini var grundlóg fyri føroyska fólkið.
Kongur lýsti av sínum eintingum donsku grundlógina at galda í Føroyum á eini sonevndari “plakat” í 1850. – Og hetta var sami kongur, ið annars gav einaræðið frá sær til danska fólkið við donsku grundlógini. Men her komu bara einaræðis fráboðanir. Og tey borgararættindi, sum danska grundlógin ásetti fyri borgarar í Danmark, hava ongantíð verið tey somu í Føroyum.
Men danska grundlógin hevur verið brúkt til billa fólkinum í bæði Føroyum og Danmark inn, at Føroyar við hesum gjørdust ein partur av Danmark ella ein danskur landslutur.
Ongantíð samtykt
Men føroyska fólkið ella føroyskir myndugleikar hava ongantíð samtykt ella góðtikið, at danska grundlógin er grundlóg hjá føroyska fólkinum ella at vit eru nakar danskur landslutur.
Aldargamla føroyska Løgtingið varð niðurlagt í 1816 – og ongin stovnur umboðaði føroyska fólkið í 1849, tá danska grundlógin varð viðgjørd og samtykt á grundlógargevandi stættarfundi í Danmark.
Íslendingar høvdu kortini sítt ting endurreist tá, og á AlÞingi søgdu øll umboð sjálvandi: Vit mótmæla øll, at grundlógin hjá danska fólkinum verður gjørd til grundlóg í Íslandi. (“Við mótmælum allir!”).
Danska grundlógin hevur ongantíð verið til fólkaatkvøðu sum grundlóg í Føroyum. Hon hevur heldur ikki verið samtykt á Føroya Løgtingi. Hon hevur sostatt ongantíð verið viðgjørd av føroyska fólkinum ella av føroyskum myndugleikum yvirhøvur eftir fólkaræðisligum reglum.
Onkuntíð hava danskir myndugleikar av sínum eintingum lagt broytingar í donsku grundlógini til fólkaatkvøðu í Føroyum. Til dømis í 1953, tá bara 7% av veljarunum í Føroyum møttu á vali. Og fyri nøkrum fáum árum síðani, tá broytingar í arvafylgjuni til danska kongshúsið, skuldu fremjast. Tá møttu 11% av veljarunum.
Sostatt hevur danska grundlógin als onga fólkaræðisliga heimild í Føroyum. Hon hevur ikki tað sum á nakran hátt kann kallast “demokratiskan legitimitet”. Hon er sett í verk við einaveldi, og hon hevur verið nýtt til at fasthalda valdið hjá einari tjóð yvir øðrum – altso sum hjálandaveldisamboð.
“Indenfor grundlovens rammer”
Kortini hoyra vit stútt og støðugt bæði løgmann, landsstýrisfólk, tingfólk og føroyskar serfrøðingar vísa til donsku grundlógina sum “okkara grundlóg”. Og tey brúka hana beinleiðis til at siga: “Hatta er ikki lov”. Føroyska sjálvstýrisrørslan er í 100 ár vorðin sligin í høvdið við donsku grundlógini. Hon hevur verið tikin fram ímóti øllum royndum at vinna okkum ábyrgd og fólkaræði við orðunum: “Det er ikke indenfor grundlovens rammer!”
Hon hevur verið brúkt til at nokta okkum okkara mál í skúla, kirkju og umsiting. Hon hevur verið brúkt til at forða fyri fólksins avgerð á fólkaatkvøðuni í 1946, tá ein meiriluti valdi loysing. Hon hevur verið brúkt til at nokta okkum okkara egna flagg, og okkara egnu sáttmálar við onnur lond. Okkara fiskimark, okkara undirgrund og okkara limaskap í altjóða felagsskapum. Hon hevur verið brúkt til at draga okkum í kríggj og at byggja herstøðir her, hóast Løgtingið segði bums nei. Og til at atkvøða ímóti hvalaveiði og føroyskum áhugamálum.
Og hon hevur verið brúkt í ólukkumát seinastu 12 -13 árini til at nokta fyri, at vit skulu leggja okkara egnu grundlóg til fólkaatkvøðu – og harvið loksins skipa okkum við tí sama fólkaræði, sum danska fólkið vann í 1849.
Ja, bara fyri einum ári síðani var tað eitt beinleiðis krav frá donskum myndugleikum. Eitt krav, sum løgmaður og ein meiriluti á tingi stuðlaðu: Nevniliga, at um føroyska fólkið skal atkvøða um okkara egnu grundlóg, so skulu vit samstundis viðurkenna á fólkaatkvøðuni og skriva tað inn í okkara egnu grundlóg, at danska grundlógin er okkara grundlóg. Høvdu vit fylgt tí kravi, so hevði føroyska fólkið á fyrsta sinni við fólkaatkvøðu givið fólkaræðið og evsta valdið í landinum frá sær við egnari avgerð.
Lat okkum skipa fólkaræði í Føroyum
Føroyska tjóðin eigur sjálvsagt at skipa seg við veruligum fólkaræði. (Tjóðveldi merkir fólkaræði). Har ongin kann taka avgerðir omanyvir okkum, uttanum fólkavaldar myndugleikar, ið standa til svars mótvegis føroyska fólkinum. Har vit sjálv taka fulla ábyrgd av landinum og kunnu gera avtalur við onnur lond á jøvnum føti. Og har vit kunnu menna okkum frælst millum onnur.
Tann dagin, har vit sjálvi taka fólkaræði og skipa okkum sum aðrar frælsar tjóðir, eiga vit sjálvsagt at gera til hátíðardag. Har vit øll halda frí og nýta dagin at heiðra hesi frælsishending.
Men hví vit í 2012 skulu halda ein serstakan dag, har vit heiðra okkara egna ófrælsi sum tjóð, má nærkast heimsmeti í undirbrotligheit.