Siga fólk upp - áðrenn tey eru farin til arbeiðis

Ætlanin hjá Bláa Krossur um eina serstaka viðgerð fyri blaðung fólk, sum hava trupulleikar við rúsdrekka og rúsevnum, er kanska kvald í føðingini

 – Vit hava sett virksemið á stovn undir skeivum fortreytum. Tað siga tey í Bláa Krossi, nú tey haa sæð uppskoti til fíggjarlóg fyri næsta ár, sum Løgtingið nú viðger.

 

Blái Krossur hevur havt ætlanir um at stovna eina viðger, sum er serliga ætlað teimum blaðungu fólkunum, sum fáa trupulleikar av rúsdrekka og rúsevnum. Í ár játtaði Løgtingið 800.000 krónur til tað fyrireikandi arbeiði, og í hesum sambandi hevur Blái Krossur sett fólk í starv til endamálið.

 

Talan er um eitt viðgerðartilboð sum kostar 2,570 milliónir um árið og tey í Bláa Krossi siga, at tað lá í kortunum, at peningurin skuldi setast av á fíggjarlógini fyri næsta ár.

 

Men nú Fíggjarlógin er løgd fram, eru bara 800.000 krónur settar av til endamálið og Tey í Bláa Krossi gera nú vart við, at hetta røkkur bara til at hava viðgerðina í 16 vikur.

 

Tað merkir so eisini, at vit hava stovnað eina nýggja deild undir skeivum fortreytum. Vit hava í september og oktober sett fólk í fast starv at arbeiða í hesari viðgerðini, og longu 31. desember 2017 mugu vit siga fólkini úr starvi, tí játtanin verður ov lág næsta ár, ger Blái Krossur nú vart við.

 

Tey ungu í aldrinum 15-18 ár, hava ongi viðgerðartilboð havt í Føroyum, men nú hava vit amboðið – og so er játtanin við at hvørva, staðfesta tey.

 

Hinvegin hevur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsimálum, ásanna, at játtanin røkkur bara til ein part av árinum, men hon hevur samstundis upplýst fyri Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, at arbeitt verður ikki við øðrum fíggingarmøguleikum.