Showdown: Føroya sterkasta kvinna

Her eru luttakarnir til søguligu kappingina, Føroya sterkasta kvinna

Um vikuskiftið verður stóra styrki, vakurleika og fitness tiltakið ”Burn Showdown” í høllini á Hálsi, har 14 ymiskar kappingar verða. Ein av kappingunum, sum verður fyri fyrstu ferð nakrantíð, er Føroya sterkasta kvinna

 

Les eisini: "Big Z" til Føroya í fullari styrki

 

Tríggjar kvinnur hava meldað til. Tær eru Armgarð Arnbjarnardóttir á Regni, sum er av Toftum, Tóra Martinssdóttir úr Vágunum og Jóna Nicolajsen av Sandoynni.

 

- Tankin hevur verið til í eina tíð, men ongin hevur gjørt nakað við tað. Sjálvandi skulu tær verða ein partur av tiltakinum. Tað hevur eina ferð verið fimasta kvinna, men ongntíð nakað av hesum slagi í Føroyum , sigur Jákup Súni Berg, høvðusfyriskipari.

 

Føroya sterkasta kvinna verður fríggjadagin frá klokkan 17 til 18. Ætlanin er í framtíðini, at eisini hava altjóða kappingar í Føroyum fyri kvinnur í styrki.

 

Føroya sterkasta kvinna:

Jóna Nicolajsen

Tóra Martinsdóttir

Armgarð á Regni

 

Her er skráin til tiltakið:

Fríggjadagin 17. novembur

17.00 – 18.00 Føroya sterkasta kvinna

18.15 – 20.15 Strongman

20.30 – 23.00 Boksing

 

Leygardagin 18. novembur:

12.00 – 13.00 Kettlebell

13.00 – 15.00 Weightlifting

14.00 – 16.00 Powerlifting

15.00 – 17.00 Crossfit

17.00 – 19.00 Steðgur

19.00 – 22.00 Bikini Fitness, Women’s Figure, Men’s Figure og Miss Faroe Islands

22.15 – 22.45 Steypahandan

23.00 - Medina