ÍSF: Vit bíða eftir heilsumynduleikunum

Enn er líkt til at allur ítróttur í Føroyum fer fram sum ætlað um vikuskiftið

Tað er líkt til, at føroyska ítróttarvikuskiftið fer fram eftir ætlan. Ítróttasamband Føroya hevur ikki fingið nakra útmelding frá Heilsumynduleikunum um annað.

Tað er fyrsta umfar í landskappingini í fótbólti og tað eru avgerandi dystir í bæði hond- og flogbóltskappingini. Kring heimin eru tiltøk sett í verk, sum ávirka ítróttin. Eitt nú avlýsingar og dystir fyri afturlatnum hurðum.

- Vit bíða eftir eini útmelding frá almennu mynduleikunum í Føroyum. Vit hava sent fyrispurning til Heilsumálaráðið. Vit eru í samskifti við sambondini um hetta, men í løtuni hava vit ikki nakra almenna útmelding, sigur Andras Nolsøe, ítróttaráðgevi í ÍSF.

ÍSF hevur sent ein teldupost til tey 26 sersambondini og menningarsambondini, sum eru limir í ÍSF, har tey heita á sambondini um at fylgja øllum almennum vegleiðingum, og meta um tað er neyðugt at gera egnar reglugerðir ella vegleiðingar til kappingarnar um vikuskiftið. 

Í Fótbóltssambandinum fyrihalda tey seg til Ítróttasamband Føroya, sum aftur fyriheldur seg til heilsumynduleikarnar. Føroyska manslandsliðið skal 27. mars spæla venjingarlandsdst móti Danmark í Herning. Danska Fótbóltssambandið hevur boðað frá, at tað verða ongir áskoðarar til dystin. Tey gott seks túsund, sum hava keypt atgongumerki fáa pengarnar aftur.

Kristin Dam Ziska, varaaðalstjóri í Fótbóltssambandinum, sigur í stuttari viðmerking til In.fo, at fyribils er støðan tann at dystirnir um vikuskiftið verða spældir sum vanligt. Hartil verður mett, at venjingarlandsdysturin í Danmark verður spældur, men tað verður bara uttan áskoðarar, sum DBU hevur boðað frá.