ÍSF setir kikaran á ítrótt og kynsligan ágang ímóti børnum

Mánakvøldið klokkan 19 verður almennur fyrilestur í ÍSF húsinum í Havn, har tey fara at tosa um sambandi ímillum ítróttarleiðarar og børn og ung.

Fyrilesterarhaldari er rithøvundurin og royndi viðgerðarin og ráðgevari, Margrete Wiede Aasland, psykoterapeutur á „Institutt for sexologi og terapi as“ í Oslo.

- Hon er røddin hjá teimum børnum og ungu, ið hava verið fyri kynsligum ágangi og harðskapi, sigur ÍSF forsetin, Petur Elias Petersen.

Margrete Wiede er serkøn í sexologiskum spurningum, umframt at hon er útbúgvin forskúlalærari og psykiatriskt røktarfólk

Og í sínum virki hevur hon drúgvar royndir við menniskjum í kreppu, bæði børnum, ungum og vaksnum.

Seinastu 25 árini hevur kynsligur ágangur ímóti børnum verið starvsøki hennara. Ein spurningur, hon fer at viðgera, er, hvønn leiklut ítróttaleiðarin hevur, tá ið tað snýr seg um harðskap og kynsligan ágang.

Hon fer eisini at tosa um, hvussu ítróttaleiðarin skipar eitt sunt og trygt umhvørvi við greiðum mørkum á øllum mótum, samstundis sum allar kenslur eru í lagi.

Somuleiðis fer hon at umrøða, hvussu vit bera okkum at, tá ið børn og ung gera vart við, at alt ruggar ikki rætt og hon nemur eisini við, um tað ber til at gera vart við seg uttan orð, men við kroppsmáli aleina.

ÍSF sigur, at tiltakið er ókeypis og er fyri øll, ið fáast við og hava ábyrgd av børnum og ungum í ítróttahøpi