Ítróttasamband Føroya hevur havt aðalfund. Jon Hestoy og John Kjær stóðu fyri vali á aðalfundinum. Báðir vóru afturvaldir uttan mótvalevni.
##med2##
Tað er siður á aðalfundinum hjá ÍSF at lata heiðursmerki fyri arbeiði til frama fyri føroyskan ítrótt. Í dag fekk Oddmar Nielsen, formaður í Bogaskjótisambandi Føroya silvurmerki ÍSF.
Gullmerki fingu: Magnus Tausen, formaður í Flogbóltsambandi Føroya, Rókur í Jákupsstovu, formaður í Svimjisambandi Føroya og Hjalmar Petersen, sum er fyrrverandi formaður í Ríðisambandi Føroya og dómari í hondbólti – hann var eitt nú altjóða dómari saman við Kristiani Johansen í fleiri ár.











