Seytjanda leikritið frá Fannum

Forlagið FANNIR hevur sett sær fyri at prenta aftur nakrar av elstu upprunasjónleikunum og nakrar týddar leikir, sum hava verið nógv spældir í Føroyum.

Forlagið FANNIR hevur sett sær fyri at prenta aftur nakrar av elstu upprunasjónleikunum og nakrar týddar leikir, sum hava verið nógv spældir í Føroyum.

Viðmerkingar eru skrivaðar til leikirnar, og eru greinir skrivaðar um teir, eru tær prentaðar við.

Nú kemur so seytjanda leikritið, ”VINARLIG HJÚN”, sum norðmaðurin Torvald Tu (1893-1955) skrivaði miðskeiðis í 1920-unum. Hetta er sangleikur í trimum pørtum. Nyholm Debess (1882-1952) týddi til føroyskt. Umframt í Havn (í 1928) hevur hann verið spældur í fleiri bygdum í Føroyum.

Í 25 ár búði Torvald Tu saman við vinmanni sínum, klaverleikaranum Trygve Johannes Stangeland (1898-1969). Hetta var í eini tíð, har ið parlag millum fólk av sama kyni var revsivert. Teir vitjaðu í Føroyum í desembur í 1931 og vóru á palli í Sjónleikarhúsinum. Teir vórðu væl fagnaðir.

Árni Dahl valdi tekstir, skrivaði viðmerkingar og legði til rættis.

Bárður Jákupsson sniðgav forsíðu. William Heinesen gjørdi skreytmynd.

Leikrit 17 er 118 síður.