Ólavur í Beiti
Tann 12. februar í ár var nýggja turbinan á el-verkinum á Strond í Norðoyggjum tikin í nýtslu og eisini nýggju rørini niðan í byrgingina í Strandadal.
Nýggja turbinan kann framleiða 4 mió. kwt aftur ímóti tí gomlu sum bert framleiddi einar 1,8 mió. kwt árliga. Henda nýggja turbinan er 1400 kilo-watt aftur ímóti tí gomlu sum var 600 kilo-watt.
Kostnaður 6 mió.
Og nýggju rørini eru eisini víðari enn tey gomlu vóru, sum fingu stóran skaða av ísi fyri nøkrum árum síðani, tá tey sprongdust og gjørdi hetta skaða á gomlu turbinuna frá 1931.
Og í summar er so ætlanin at endurnýggja útgerðina í sjálvari byrgingini í Strandadali. Rør-brotsventilurin skal skiftast, rørið inn í sjálvan hylin leggjast av nýggjum og inntakið í hylin eisini. Hetta arbeiði metir stjórin Klæmint Weihe, fer at kosta einar 6 mió. kr.
Leiðing millum dalar
Eisini er ætlanin í summar at leggja leiðing úr Svartadali í Strandadal og verður hetta arbeiði mett at kosta einar 4-5 mió. kr.
Í hesum sambandi hevur SEV gjørt avtalu við Klaksvíkar kommunu um samstarv soleiðis at SEV fær vatn úr Svartadali, meðan Klaksvíkar kommuna kann nýta vatn úr byrgingini í Strandadali, tá kommununi tørvar vatn.