Settu punktum við tveimum gullkrónum aftrat

Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag vann í morgun gull í bæði 400 metra frísvimjing og 200 metra blandaðari svimjing

Tað er ikki so langt síðani, at tað vakti miklan ans, um tað eydnaðist einum føroyskum svimjara onkra ferðina at vinna eitt heiðursmerki í altjóða svimjing. At føroysk svimjing hevur ment seg nógv og framvegis er í stórari menning bera úrslitini í NMU kappingini, sum júst nú er liðug í Jönköping í Svøríki boð um.

Sára Ryggshamar Nysted úr SuSvim hevur fimm gullkrónur og eina silvurkrónu heim aftur við sær, Vár Erlingsdóttir Eidesgaard hevur eina silvurkrónu heim aftur við sær, og felags fyri allar svimjararnar er, at teir hava sett persónlig met.

 

Formaðurin í Svimjisamband Føroya, Rókur Jákupsson, greiðir soleiðis frá, nú síðstu kappingarnar í NMU í Jönköping eru av:

Hóast kappingin varð avgreidd í so tíðliga í morgun, so megnaðu allir føroysku luttakararnir at svimja seg til persónlig met.

Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag vann kappingina í 400 metra frísvimjing við nýggjum føroyskum juniormeti á 4:31.46, har juniormetið hjá Victoriu Wigant Eysturdal frá Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung í 2012 var 4:33.63. Føroyska metið er enn 4:30.47, sum Ceciliu Wigant Eysturdal setti í Reykjavík International í januar mánað.

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag setti í somu kapping persónligt met, tá ið hon í tíðini 4:38.47 varð nr 6 av teimum 13, sum luttóku í 400 frí. Hennara besta tíð frammanundan var 4:39.23 í Danish Open í mars mánað.

Birni Sigvardsen úr Havnar Svimjifelag setti eisini persónligt met, tá ið hann í 400 metra frísvimjing svam teinin uppá 4:37.72. Hansara besta tíð frammanundan var 4:38.76 í Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung í fjør.

Rókur Trygvason úr Reysti setti persónligt met, tá ið hann í 100 metra bringusvimjing svam teinin uppá 1:11.38. Hetta var ein betring á heili 3.2 sekund sammett við 1:14.58 í Reykjavík International í januar mánað.

At enda vann Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag í stórum stíli gull í 200 metra blandaðari svimjing í tíðini 2:25.85 í kapping, har danska Mia Steen Duus vann silvur í tíðini 2:27.47, og finska Mia Pentti bronsu í tíðini 2:30.50. Sára eigur sjálv føroyska metið og juniormetið á 2:23.67, sum hon setti í Danish Open í mars mánað.

Norðurlendska Meistarastevnan fyri Ung er nú liðugt avgreidd í Jönköping. Úrslitini hjá føroysku svimjarunum hava verið framúr góð, og serliga góð hjá Sáru R. Nysted. Hetta man hava verið met hjá Føroyum á NMU, at svimjararnir fara heim við 5 gullheiðursmerkjum, 2 silvurheiðursmerkjum, 3 føroyskum metum og 5 føroyskum juniormetum og persónligum metum fyri øll í hópinum.

Heiðursmerki og met til Føroyar á NMU 2015

§  Sára Ryggshamar Nysted (SuSvim) 9:23.65 og gull í 800 frí (føroyskt juniormet)

§  Vár Erlingsdóttir Eidesgaard (HS) 9:25.45 og silvur í 800 frí

§  Sára Ryggshamar Nysted (Susvim) 59.37 og silvur í 100 frí (føroyskt met og juniormet)

§  Sára Ryggshamar Nysted (SuSvim) 5:08.00 og gull í 400 blandað (føroyskt met og juniormet)

§  Sára Ryggshamar Nysted (SuSvim) 2:07.54 og gull í 200 frí (føroyskt met og juniormet)

§  Sára Ryggshamar Nysted (SuSvim) 4:31.46 og gull í 400 frí (føroyskt juniormet)

§  Sára Ryggshamar Nysted (SuSvim) 2:24.85 og gull í 200 blandað

 

Næstu avbjóðingar eru fyrst Krista Mørkøre úr Ægir sum skal royna seg fyri ÍSB á HeimsMeistarastevnuni fyri brekað í Glasgow  13. til 19. juli. Síðani Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag, Alvi Hjelm úr Ægir og Astrið Foldarskarð og Lena Rannváardóttir úr Havnar Svimjifelag sum skulu royna seg á HeimsMeistarstevnuni í Kazan  2. til 9. august. Síðani Cecilia Wigant Eysturdal úr Ægir sum skal royna seg á Norðurlendsku Meistarastevnuni í Open Water í Svøríki 15. og 16. august. Og síðani HeimsMeistarastevnan fyri Juniorar í Singapore 25. til 30. august, har Sára og Vár, sum luttóku nú á NMU, skulu royna seg aftur fyri Føroyar.

mynd: Føroyska ferðalagið í NMU. Jón Bjarnason eigur myndina.