STARVSSETAN
Mánamorgunin fekk Annlis Bjarkhamar eitt bræv frá Magistarafelagnum í sambandi við setanina av nýggjum landsantikvari.
Málið hevur fingið nógva umrøðu í fjølmiðlunum og er vorðið eitt meira ella minni alment mál, og tískil valdi Magistarafelagið at lata brævið til fjølmiðlarnar.
Skrivið stendur at lesa í fullum líki á síðu 13.
Valdu Símun
Hyggja vit eitt sindur at skrivinum frá Magistarafelagnum, so nýtir felagið nøkur skjøl sum grundarlag, sum ikki eru komin fram fyri almenningin áður.
Millum annað stendur soleiðis at lesa:
Í sínari útgreining dagfest 14. januar 2003 viðger setanarnevndin tey lýstu krøvini til fakligan førleika, leiðslu og samstarvsevni, evni at starvast sjálvstøðugt og miðvíst, at ganga nýggjar leiðir og royna nýggjar avbjóðingar. Harumframt tekur setanarnevndin, eftir serligum boðum frá landsstýrismanninum, støði í tí persónliga førleikakravinum, sum lagt varð afturat í donsku lýsingini, nevnliga, »evni at leiða arbeiði á slíkan hátt, at Føroya Fornminnissavn framhaldandi hevur ein fakligan og granskingarligan profil í føroyska samfelagnum og uttan fyri Føroyar«, skrivar Magistarafelagið í brævinum.
Somuleiðis verður nortið við fyrstu niðurstøðuna hjá einari samdari setanarnevnd:
?Hóast Símun V. Arge ikki kendi hetta krav tá hann søkti starvið, kemur setanarnevndin kortini til ta niðurstøðuna, at hann er »best egnaður til at røkja starvið sum landsantikvarur, sæð út frá tí, sum starvið fevnir um og ætlandi fer at fevna um framyvir«. Ein samd setanarnevnd leggur afturat í niðurstøðu síni: »Eftir at hava røtt um málið av nýggjum og sett seg í samband við fleiri tilvísingar, er støðan vorðin uppaftur greiðari. Símun V. Arge er sum heild betri egnaður, tí hann hevur góðar fakligar fortreytir, hevur fleiri og meira viðkomandi leiðsluroyndir og hevur betri persónligar eginleikar«, stendur at lesa í brævinum frá Magistarafelagnum.
Sum tað eisini hevur verið nevnt fleiri ferðir, so kom setanarnevndin til somu niðurstøðu tvær ferðir. Setanarnevndin viðger starvið útfrá teirri føroysku lýsingini, sum víkir frá teirra donsku í tí partinum, har tosað verður framtíðarleiklutin hjá Fornminnissavninum.
14. januar tekur setanarnevndin málið upp av nýggjum við nýggjum atlitum, ið landsstýrismaðurin krevur, og sum hava staðið í donsku lýsiningini.
Hóast nýggj fyrilit er niðurstøðan hjá setanarnevndini einmælt og púra greið: Símun V. Arge er tann best egnaði til starvið.
Seinni verður Símun V. Arge kallaður inn til eina nýggja samrøðu, men hetta er við landsstýrismannin, og Símun V. Arge sigur seg ikki verða kunnaðan um, at talan var um eina nýggja setanarsamrøðu.
Sum heild er setanarnevndin ikki tað minsta í iva um, at Símun V. Arge er tann rætti til starvið, og hann lýkur øll krøv ? bæði á donskum og føroyskum.
M.a. sigur setanarnevndin í skrivi 10.. desember:
?Føroya Fornminnissavn hevur ikki ment seg nóg væl seinastu árini, men eftir nevndarinnar meting, stava hesi viðurskifti helst frá tí ótrygd honum (t.e. Símun V. Arge) hevur verið fyri sum fyribilssettur leiðari, og at ein fastari setan kann broyta hesi viðurskifti.?
Bíða eftir svari
Magistarafelagið bíðar í løtuni eftir svari frá Annlis Bjarkhamar, landsstýrismanni, til skrivið um setanina av nýggjum landsantikvari, sum felagið vil hava annulerað.
Kate Sanderson, forkvinna í Magistarafelagnum, sigur, at tey fara at kanna, hvørjar møguleikar tey hava um so er, at setanin ikki verður annulerað. Nevndin í felagnum hevur ikki viðgjørt málið aftur, og nú verður bíðað til svarið frá landsstýrismanninum kemur til nakað meira verður gjørt við málið.