Nú skal hjálp veitast skúlaleiðslu og lærarum í Klaksvík til at viðgera nógv umrødda skottilburðin saman við næmingunum.
Hetta er ein partur av eini ætlan, sum Høgni Hoydal og Helena Dam á Neystabø, landsstýrismenn, hava tikið stig til.
Teir báðir landsstýrismenninir almannagjørdu í gjár eina ætlan, sum skal betra uim sálarligu kreppuhjálpina í kjalarvørrinum á skottilburðinum í Klaksvík fyri 10 døgum síðani.
? Skottilburðurin í Klaksvík elvdi tíbetur ikki til kropsligan mannskaða, men sálarfrøðisligi skaðin kann gerast stórur og krevur viðgerð ? bæði hjá teimum sum framdu, hjá avvarðandi, skúlafeløgum og í samfelagnum annars, siga landsstýrismenninir.
Tí hava tey tikið stig til, at at samskipa hjálp og stuðul frá myndugleikunum og at betra um støðuna við sálarligu tilbúgvingini sum heild.
Allir skúlarnir í landinum viðgera tilburðin
Høgni Hoydal, sum er landsstýrismaður við skúlamálum, og Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður við heilsumálum, hava tikið stig til, at sálarfrøðingar innan heilsuverkið og skúlaverkið í felag skulu viðgea, hvussu hjálp kann veitast til at stuðla barnaverndini í Klaksvík, teimum avvarðandi og skúlamynugleikunum.
Hjálp skal veitast til skúlaleiðslu og lærarar í Klaksvík til at viðgera tilburðin saman við næmingum.
Samstundis biðjur landsstýrismaðurin í skúlamálum allar skúlar í landinum um í samráði við Sernámsdepilin at viðgera tilburðin saman við næmingunum.
? Hesi stig eiga at verða framd í samstarvi við kommunu, løgreglu, kriminalforsorg, barnaverndir og aðrar myndugleikarnar, siga landsstýrismenninir.
Ein arbeiðsbólkur er í ferð við at fyrireika eina tilbúgvingarætlan fyri Føroyar. Í hesum sambandi eigur ein heildarætlan fyri sálarliga kreppuhjálp at fáa politiska viðger, halda landsstýrismenninir.
Í løtuni er eingin skipað sálarlig kreppuhjálp í Føroyum, og tí er eingin til reiðar at taka sær av fólki, sum koma út fyri tilburðin sum tí í Klaksvík.
Men stendur tað til landsstýrismenninar verður hetta broytt í framtíðini.ysa truplar spurningar og vandamál, men vánaligt kjak ? klandur ? loysir ikki úr góðum.
Á síðu 4 í bóklinginum eru nevndar 5 ásanningar, sum fekk verandi samgongu »at seta kós móti føroyskum fullveldi«. Ein av hesum ásanningum er, at vantandi vit um og ávirkan á tað, sum hendir í okkara egna landi ? serliga í okkara fíggjarheim ?, var orsøkin til, at samfelagið fór so rúkandi á heysin, og at »kreppan fyrst í nítiárunum gjørdist so hørð«.
Álvaratos, er hetta ikki at undirmeta ta vitan og tey ráð og tær ávaringar, sum okkara politikarar í eini 35 ár hava fingið frá Búskaparráðnum og Det økonomiske råd? Og ársfrágreiðingarnar frá landsstýrinum/ ríkisumboðnum í eins nógv ár: Er eingin dygd í teimum?
Nei, tað sanna man vera, at tær mongu løgtingslógirnar ? kanska einar 80 í tali ? við ongum kunngerðum ella reglugerðum um landskassaveðhald, landskassaútlán og landskassastudning til skip og virki máaðu burtur støðið undir tí føroyska búskapinum. Tær drenaðu landskassan og kostaðu skattaborgarunum milliardaupphædd. Hesar løgtingslógir vórðu jú eisini settar úr gildi, meðan kreppan leikaði á av tí harðasta. Hetta og onnur eyðmýkjandi tiltøk er ætlandi triðja orsøkin til, at samgongan setti »kós móti føroyskum fullveldi«: »Vit ásannaðu, at føroyskir myndugleikar vórðu tiknir av ræði hesi árini«.
Ella vóru kanska aðrar orsøkir til, at kreppan »gjørdist so hørð«? Blokkurin?! Men hann kom ikki fyrr enn í 1988 við avtalu 9. mars 1987 millum landsstýrið og stjórnina. Undir punkt 4 í avtaluni er tilskilað, at »Færøernes hjemmestyre kan inden for rammerne af gældende lovgivning frit disponere over bloktilskuddene«.
Tað hevði verið áhugavert at fingið at vita, hvat ið teir báðir løgmaður og statsministarin løgdu í orðingina »inden for rammerne af gældende lovgivning«. Hugsaðu teir um lógirnar við relatión til tey fimm ministeriini, nevnd undir sama petti í avtaluni, ella hugsaðu teir bara um lóglýdni í vanligum týdningi?
Teir eru báðir enn í góðum árum.
Heri Mohr
Fíggjarlógaruppskot fyri árið 1947.
Samandrigið.
1. DEILD
Inntøkur:
1. §. Skattur, tollur og onnur almenn gjøld6.400.000
2. §. Vinningur av rakstri ríkisstovnanna500.000
3. §. Inntøka av virðisbrøvum o.ø.50.000
????????
6.950.00
????????
II DEILD
Útreiðslur:
4. §. Hægsta stjórn landsins48.000
5. §. Løgtingið122.000
6. §. Stjórnmálarráðið402.000
7. §. Løgreglumál376.000
8. §. Dómsmál118.000
9. §. Lækna- og heilsumál1.203.000
10. §. Samgongumál1.382.000
11. §. Skúla- og mentamál1.353.000
12. §. Kirkjumál200.000
13. §. Vinnumál354.000
14. §. Sosial mál1.079.000
15. §. Ymiskar eftirlønir og studningar35.000
16. §. Til at taka278.000
?????????
6.950.000
?????????