Seta stór átøk í verk fyri at menna føroyskt

Landsstýriskvinnan í mentamálum hevur fingið fleiri ymisk tilmæli um, hvussu undirvísingin í føroyskum sum fremmandamál kann mennast.


Arbeiðið hjá Mentamálaráðnum at menna føroyska málið í nýggjari tíð, er komið eitt stig longur. Tað skrivar Mentamálaráðið í tíðindaskrivi. Nú verður farið undir tvey átøk, sum skulu nútímansgera føroyskt bæði sum lærugrein, og tillaga føroyskt til talgilda heimin.


Føroyskt sum annaðmál

Annað átakið snýr seg um at skipa tilboð í føroyskum fyri tilflytarar. Landsstýriskvinnan í mentamálum hevur fingið fleiri ymisk tilmæli um, hvussu undirvísingin í føroyskum sum fremmandamál kann mennast. Millum annað skal undirvísingartilfar og royndartilfar skipast sambært altjóða CEFR stiganum. Eisini skulu lærarar útbúgvast til at undirvísa í føroyskum sum annaðmál.

Harafturat skal samskipast betur millum Mentamálaráðið, Uttanríkis- og vinnumálaráðið og kommunurnar, soleiðis at ein veit, hvør ger hvat.

Í hesum sambandi skal ein samskipari setast, sum skal menna leistin, sum nú er settur út í kortið. Samskiparin skal eisini fylgja við og samstarva við Nám, Setrið, arbeiðsbólkarnar, sum verða settir, umframt aðrar møguligar partar.

Sambært Mentamálaráðnum er arbeiðið komið so væl áleiðis, at samskipari kann fara til verka, og flestu tilmælini eru klár at seta í verk.

- Vit skulu læra tilflytararnar føroyskt skjótari og betri, og vit skulu gera neyðuga arbeiðið til at røkja hesa uppgávu munandi betri. Hjá okkum í politisku skipanini áliggur tað ikki minst at beina meira fíggjarorku inn í hetta starvsøkið, so nýggi leisturin kann eydnast, sigur Hanna Jensen, landsstýrikvinna um nýhandaða tilmælið. 

Máltøknimót sett

Hitt málsliga nýbrotið snýr seg um eitt Máltøknimót, sum skal arbeiða við fyrireikingini til at flyta føroyskt inn í talgilda heimin. Miðjað verður ímóti, at føroyskt mál áhaldandi skal mennast og verða brúkt á øllum samfelagsøkjum – ikki minst innan talgilda heimin.

Í máltøknimótinum eru umboð frá Fróðskaparsetrinum, Málráðnum, Mentamálaráðnum, KT-felagnum, Námi, Combine-IT, Gjaldstovuni, Føroya Tele og Tøkni.

Arbeiðssetningurin er at ráðgeva landsstýrisfólkinum í máltøknispurningum, at savna vitan og tilfeingi, tryggja samstarv við onnur lond, lýsa máltøknistøðuna, at gera uppskot til neyðug átøk at fáa føroyskt inn í talgilda heimin og tryggja, at ítøkilig úrslit verða sett í verk.

- Í máltøkniligum broytingartíðum mugu vit ikki undirmeta, hvussu stóran týdning tað hevur áhaldandi at varðveita og menna móðurmálið. Tí liggur tað mær tungt á hjarta at bera so í bandi, at føroyskt eisini fær innivist á brúkaramótum í samskiftistøknini, og at meiri orka verður til nógva neyðuga tøkniliga fótarbeiðið fyri føroyskt í talgilda samfelagnum. Hetta krevur eitt stórt tak, men tað má takast, vilja vit okkara móðurmáli væl og harvið eisini okkara mentan og samleika, sigur landstýriskvinnan í tíðindaskrivinum.