Seta sjøtul á nýggjan barnagarð

- Nú gongur betri fíggjarliga, og nú er eitt andarhol til eina slíka íløgu, sum ein barnagarður er, sigur Kristin Michelsen.

Tað var tann tíð, tá Tvøroyrar kommuna var niðurbundin av skuld, og tá kommunan skyldaði mest, var talan um heilar átta álíkningar. Við árslok í fjør var nettoskuldin 0,82 álíkning.

 

Kristin Michelsen sigur, at ítrótturin altíð hevur fylt nógv í kommununi, og umframt stóru planeringarnar á havnalagnum og størri djúphavn, eru nógvir pengar lagdir í ítróttaranleggið við Stórá.

 

- Vit hava soleiðis raðfest bæði vinnulív og trivnað, tí uttan trivnað er einki vinnulív - og uttan vinnulív verður eingin trivnaður. Eg trúgvi ikki, at nakar í kommununi í dag vildi verið hesar íløgur fyri uttan.

 

Tvøroyrar kommuna hevur ein 25 ára gamlan barnagarð í Trongisvági, og kommunan hevur eisini eina stóra dagrøkt við felags spælistovu.

 

- Hetta hevur riggað ógvuliga væl, og fólk her í økinum hava verið glað fyri dagrøktina. Hinvegin vísir tað seg, at tá fólk koma uttanífrá og seta seg niður í okkara kommunu, spyrja tey oftast eftir stovnsplássi heldur enn dagrøktarskipanini.

 

Kristin Michelsen sigur, at kommunan nú fer at seta skjøtil á ein nýggjan barnagarð, sum ætlandi verður bygdur á økinum í Trongisvági, har verandi barnagarður er.

 

- Her savna vit alt ansingarøkið - heilt úr vøggustovu, barnagarði til frítíðarskúla, eins og verandi spælistova hjá dagrøktini eisini er har.

 

Borgarstjórin sigur, at tað er eitt samt býráð, sum er sinnað at byggja ein nýggjan stovn, og nú arbeitt verður við fíggjarætlan, verður ætlaði stovnurin eisini ein partur av viðgerðini.

 

- Nú gongur betri fíggjarliga, og nú er eitt andarhol til eina slíka íløgu. Vit hava raðfest onnur ting, eitt nú í samband við vinnulívið, og samstundis eru tað hesar vinnuligu íløgur, sum nú eru við til at skapa fíggjarligt rásarúm til íløguna í barnagarðin, sigur borgarstjórin.