Klaksvík: Havnanevndin hjá Klaksvíkar kommunu heldur, at neyðugt er við fólki at taka sær av viðlíkahaldið á havnaøkinum.
? Tað er avmarkað við plássi á havnøkinum, men tað støðan hevði verið betur, um tað var ruddiligt, sigur Torleif Sigurðsson, formaður í havnanevndini.
Klaksvíkar kommuna hevur nú í hyggju at seta fólk at viðlíkahalda havnaøkið. Hetta arbeiði skal bæði snúgva seg um at halda økini ruddilig, men eisini at taka sær av ymiskum viðlíkahaldsarbeiði.
? Kaikanturin er í ringum standi nógvastaðni, og tí er neyðugt við smærri umvælingum og viðlíkahaldi, sigur Torleif Sigurðsson.
Formaðurin í havnanevndini leggur dent á, at havnaøkið í Klaksvík skal vera innbjóðandi og ført fyri at veita neyðugu tænastuna.
? Vit leggja okkum eftir, at Klaksvík skal verða landsins fremsti fiskivinnubýur, og skulu vit hava tað støðu er neyðugt við góðum havnaviðurskiftum, sigur Torleif Sigurðsson.